Ársrit 2024
217 ára gamla troyggjan, sum var funnin í London, prýður forsíðuna á ársritinum í ár.
Nýggja ársritið frá Tjóðsavninum er nú tøkt at taka niður.
Mangt og fjølbroytt er virksemið á Tjóðsavninum, og í ársritinum ber til at lesa um, hvat rørir seg innan tær ymisku deildirnar á savninum.
Niðanfyri er eitt stutt samanumtak av 2024.
“FORORÐ
Eins og undanfarin ár gjørdist 2024 eitt sera hendingaríkt ár fyri Tjóðsavnið á fleiri økjum. Eitt, sum fylti sera nógv, var, at soppur varð staðfestur í høvuðsgoymslu Tjóðsavnsins í Brekkutúni í Hoyvík. Hildið verður, at nakrar uttandura umvælingar broyttu inniluftina í goymsluni so mikið, at gróðrarlíkindi vóru fyri soppavøkstri í bygninginum. Eftir drúgvar kanningar og ráðførslu við serfrøðingar varð mett, at besta loysnin at bjarga mentanararvinum á goymsluni var at fáa reinsað allar gripirnar, og síðan flyta teir á aðra goymslu.
Eftir eykajáttan frá Løgtinginum varð verkætlan fyrireikað, og gongd varð sett á at reinsa og flyta gripirnar á goymsluni. Tíbetur var støðan munandi frægari í tí partinum av bygninginum, har framsýningin er, so til bar at halda fram við vanliga virkseminum.
Byrjað var í september at reinsa og flyta gripirnar í fyribils goymslu, og saman við Landsverki var samstundis farið undir at fyrireika at fáa nýggja og tíðarhóskandi goymslu bygda. So sigast kann, at hóast álvarsligu støðuna, so spurdist nakað positivt burturúr.
Ein onnur hending, sum fylti nógv á savninum, var, at savnsvørðurin á Fólkalívsdeildini saman við granskara á Fróðskaparsetrinum og tíðindafólki hjá Kringvarpinum vóru og vitjaðu á Tjóðskjalasavninum í London. Fólk á bretska tjóðskjalasavninum vóru komin fram á pakkar og brøv, sum bretar tóku av skipinum, „Anne Marie“, sum var á veg úr Føroyum til Danmarkar í 1807.
Á náttúruøkinum var eisini nógv á skrá. Verkætlanin Lendisbati skipaði saman við Miðnámi í Vestmanna fyri ráðstevnu um endurbøting av náttúru. Lendisbati helt eisini fram við verkætlanum í Syðradali á Kalsoynni, í haganum Stóraryggi, somuleiðis í Kalsoynni og í Norðara Sundshaga. Nevnast kann eisini, at bæði Plantudeildin og Deildin fyri Djór á Landi funnu nýggj plantu- og djórasløg fyri Føroyar. Koltursætlanin fór eisini av bakkastokki í 2024. Endaliga fíggingin fekst upp á pláss, og í apríl var sáttmáli undirskrivaður við høvuðsráðgevarar, sum beinanvegin fóru undir at gera verkætlanaruppskot. Hóast umstøðurnar vóru serligar á savninum orsakað av soppatilburðinum, so var kortini skipað fyri fleiri tiltøkum. Á kvinnustríðsdegnum, 8. mars, var alment tiltak, í heystfrítíðini var sum vant savnsfagnaður ætlaður barnafamiljum, og serligt hjálpartiltak var eisini fyriskipað í jólamánaðinum.
At savnið fær størri og størri týdning fyri føroyingar og ferðafólk, vísa vaksandi vitjanartølini týðiliga. Metnógv fólk vitjaðu ymisku framsýningarnar, og metstórt tal av fólka- og miðnámsskúlanæmingum nýttu skúlatænastuna.
Samanumtikið kann sigast, at 2024 gjørdist eitt gott ár hjá Tjóðsavninum hóast álvarsligar avbjóðingar.
Herleif Hammer
Stjóri”
Øll ársritinið frá Tjóðsavninum eru tøk at lesa HER.