Nýtt slag av sevi fyri Føroyar
Froskasev (Juncus ranarius) er eitt nýtt plantuslag fyri Føroyar. Mynd: Agnes-Katharina Kreiling
Eins og undanfarin ár hava vit á Tjóðsavninum skrásett sløg í Koltri. Í summar vóru tveir plantufrøðingar úr Týsklandi, Oliver Bechberger og Ruben Clemens, við okkum í oynni.
Tá teirra ferð varð liðug, høvdu teir skrásett 5 nýggj plantusløg og í minsta lagi 7 nýggj mosasløg fyri oynna. Tað eina nýggja plantuslagið, teir funnu, er tó eitt nýtt slag fyri Føroyar: Juncus ranarius, á føroyskum: froskasev. Hendan plantan trívist á órógvaðari og vátari jørð, og kemur undir tað, ið kallast ‘pioneer species’ á enskum. Í Koltri var hendan plantan funnin vaksandi í sand blettum á klettastrondini, og í teimum grivnu veitunum rundan um bygg veltuna.
Ruben Clemens og Oliver Bechberger á staðnum har froskasevið varð funnið í Koltri. Mynd: Agnes-Katharina Kreiling