Nýtt slag av sevi fyri Føroyar
Í summar eru fleiri nýggjar plantur skrásettar fyri Koltur. Ein av teimum, Juncus ranarius, er eisini skrásett fyri fyrstu ferð í Føroyum.
Nýggj vísindalig grein um livfrøðiliga margfeldið í Koltri
Grundkanningin av lívfrøðiliga margfeldinum í Koltri er nú liðug. Í tí sambandi er ein grein komin út í Fróðskaparritum.
Plantufrøðiligi urtagarðurin á Tjóðsavninum
Statens Forsøgsvirksomhed byrjaði í 1920 landbrúks royndarvirksemi í Hoyvík. Reyðmálaðu bygningarnir eru upprunaliga bygdir til virksemið hjá royndarstøðini og hýsa í dag fyrisiting Tjóðsavnsins. Tríggir urtagarðar vórðu eisini gróðursettir: ein í Kúrdali, ein kring sethúsini og hesin oman móti Hoyvíkini. Ivasamt er, hvønn leiklut urtagarðarnir høvdu við virksemið á royndarstøðini, tí urtagarðarnir vórðu mest nýttir til prýðisplantur.
Fígging latin til gransking í Koltri
Grundarlagið lagt undir 3 ára náttúrugransking í Koltri
Í farnu viku fekk Tjóðsavnið latið fígging til trý ára gransking av náttúruni í Koltri. Tað er danski grunnurin Aage V. Jensens Fonde, sum hevur mett hesa verkætlan hava so stóran týdning, at avgjørt varð at lata 2 mió. kr. til endamálið.
Tjóðsavnið á árligu ráðstevnuni hjá Vistfræðifelag Íslands
Fýra av lívfrøðingunum á Tjóðsavninum luttóku á árligu ráðstevnuni hjá Vistfræðifelag Íslands 16. – 17. apríl 2021. Orsaka av Corona var ráðstevnan netborin.