Tjóðsavnið biður um hjálp at savna inn smákykt t.d. eiturkoppar, silvurkykt (silvurfiskar), torvatrøll, grátt undir steini og onnur spennandi smákykt
Smákyktini skulu avmyndast til myndagoymslu savnsins og til eina framsýning í summar. Smákyktini skulu tí helst vera livandi, ella í øllum førum heilt fesk.
Soleiðis gert tú
Goym kyktini í eini glaskrukku við loki
Legg ein ráligan lepa av køkspappíri í krukkuna saman við kyktinum, so trívist tað betur
Tá tú hevur savnað smákykt at lata inn, kanst tú seta teg í samband við Jan Sørensen á tlf. 790572