Koltursverkætlanin um veturin

 

Mynd: Agnes-Katharina Kreiling

Lívfrøðiligu rannsóknirnar í Koltri eru spennandi. Longu summardagarnar hava vit úr at gera við at taka sýnir av ryggleysum djórum og at skráseta vøkstur og fuglar í náttúruni. Hetta feltarbeiði er eisini tað, sum vit ofta tosa um, og sum fólk hugsa um í samband við okkara arbeiði. Men tað sum vit sjálvi hava lyndi til at hugsa minni um er tað nógva arbeiðið, sum fer fram myrku vetrardagarnar

Tað er tá, at nógvu sýnini verða viðgjørd og skordýrini verða eyðmerkt og tald. Hesin parturin av rannsóknunum kann vera rættiliga torførur og tekur langa tíð. Nógv sløg eru elalítil. Ikki minst tær nógvu æðraveingirnar (Hymenoptera) og flugurnar (Diptera). Skulu vit eyðmerkja hesi rætt, er neyðugt neyvt at granska undir sjóneyku tey eyðkenni sum hvørt slagið hevur. Talan kann vera um at telja smá hár, ella kannað skapið av smáum broddum.

Áðrenn vit koma so langt, sum at eyðmerkja sløgini er neyðugt, at bólka tað sum finst í einstøku sýnunum. Í einari fallfellu eru tað ofta fleiri hundrað dýr. Tíbetur hava vit fingið hjálp til henda partin. Eva Kjæld Hansen, sum er í holt við at gera seg lidna við lívfrøðilestur á Fróðskaparsetrinum, hevur arbeitt við at bólka hesi nógvu dýrini. Hon er longu komin í helvt við tær fallfellurnar sum vórðu savnaðar inn í fjør, so vit hava ríkiligt at gera til feltarbeiði byrjar aftur komandi summar.


Samband

 
Previous
Previous

Gamla Stokkastovan til heiður og æru

Next
Next

Drotningin fekk forkunnuga gávu