Ræning av lomvigaeggum

Loyvi kann fáast til ræning av lomvigaeggum í fuglabjørgunum á Sandoynni, Skúvoynni, Stóru Dímun og Suðuroynni til og við 8. juni á hvørjum ári.

Tann ið ynskir at ræna skal senda eina umsókn til savn@savn.fo við yvirskriftini: "Umsókn um loyvi til ræning". Umsóknin skal sendast innan 20. mai.

Í umsóknini skal standa:

  • Navn á umsøkjara.

  • Hvørji fara til ræningar.

  • Nær farið verður.

  • Hvar farið verður.

Vit senda eitt svar aftur skjótast gjørligt.

Avgerðin kann kærast til Mentamálaráðið innanfyri eina viku eftir, at umsøkjarin hevur fingið svarið.

Legg merki til, at við einum loyvi fylgja nakrar treytir. Til dømis skal fráboðast hvussu nógv egg vórðu rænd.

Fuglaveiðulógin § 18, 2. stk. sigur: "Loyvt er at taka lomvigaregg á hvørjum ári til og við 8. juni á ávísum støðum og í ávísum fuglabjørgum eftir nærri kunngerð frá Føroya landsstýri."

Kunngerð um ræning av lomvigaeggum § 1, 2. stk. sigur: "Føroya Náttúrugripasavn kann veita loyvi til at ræna lomvigaegg [...]".