Drunnhvíti á reiðri

 

Fyri fyrstu ferð ber til hjá øllum føroyingum at síggja drunnhvítar á reiðri. Sjálvt um drunnhvíti er ein tann talríkasti fuglurin í Føroyum, so eru tað tey fægstu sum hava sæð hann. Tí hevur Tjóðsavnið sett eitt myndatól upp, sum stroymir eitt par av drunnhvítum beinleiðis. Eftir øllum at døma er hetta einasta stroyming av hesum fuglaslagið.

Her ber til at síggja hesa beinleiðis stroyming og eisini at kunna seg um hetta drunnhvítaparið og lesa meira um drunnhvítar.

Drunnhvíti er heimsins minsti sjófuglur og teir eru alt annað enn lættir at síggja. Tað er tí rættliliga ótrúligt, at okkara drunnhvítar kunnu ferðast heilt suður um Afrika, men tað gera teir. Tað vita vit, tí hetta er eisini tað mest ringmerkta fuglaslagið í Føroyum.

Les meira her