Drunnhvítin í bønhúsinum

Drunnhvíti er minsti sjófuglurin í heiminum og mett hevur verið, at størstu drunnhvítabølir í heiminum eru í Føroyum. Hann kemur bara til lands um náttina. Tá flýgur hann við urðar og støð har hann reiðrast.

Á hesi síðuni stroyma vit eitt drunnhvítapar, sum hevur verið í Bønhúsinum í Koltri í fleiri ár. Tað eru ikki so nógv natúrlig støð hjá drunnhvítum at búleikast í Koltri og tí hava teir gjørt sær dælt av lagaðum grótgørðum og húsaveggjum.

Eftir øllum at døma er hetta einasta stroyming av hesum fuglaslagið í heiminum. Stroymingin steðgar í nøkur sekund við jøvnum millumbilum, og byrjar so aftur. Vit royna at tryggja javna stroyming, men tað er ymiskt sum kann órógva. Einki ljóð er á hesi stroyming.


 
 

Í ár, eins og onnur, kom hetta drunnhvítaparið tíðliga í juni. Síðan hava tey verið frá og komin aftur. Onkuntíð er eingin fuglur og onkuntíð síggjast fleiri fuglar. Har eru eitt ella tvey onnur pør í Bønhúsinum og onkuntíð koma hesir fuglarnir framvið.

Niðanfyri er leinkja til onkrar hendingar:
13. juni kl. 22:21 - Myndatólið sett upp, fyrstu ferð vit síggja drunnhvítan.
16. juni kl. 01:53 - Parið makast.
16. juni kl. 02:38 - Tríggir fuglar.
19. juni kl. 21:20 - Makast, framvegis einki egg.
23. juni kl. 01:03 - Bardagi. Kanska ein av grannafuglunum, sum kemur ov nær.
23. juni kl. 01:24 - Fýra fuglar.
26. juni kl. 00:34 - Nú fer bøgan til havs. Hon leitar sær føði og í nakrar dagar og er so klár at verpa.
27. juni kl. 06:00 - Niðri í torvhúsinum hevur bøgan vorpið.
4. juli kl. 00:08 - Bøgan kemur aftur.
4. juli kl. 02:33 - Nú hevur bøgan vorpið.
9. juli kl. 01:13 - Bølandi fuglurin fer á grannavitjan.
10. juli kl. 03:03 - Líkt til at bølandi fuglurin ilskast. Kanska er tað grannin sum brúkar ov leingi um at fara út?
11. juli kl. 03:36 - Tað sær út til at grannafuglarnir hava lært, at ganga skjótt fram við.
12. juli kl. 00:30 - Vaktarskifti. Makin kemur inn og avloysir bølandi fuglin. Líkt til at tað er bøgan sum kemur inn, tí kl. 00:34 er hin fuglurin omaná. Kl. 01:27 er grannin til høgru á vitjan og kl 01:33 sær út til at grannin til vinstru er á vitjan. Hann er heldur naskur. Um tveytíðina er so friður aftur.

Alt tað sum vit stroyma verður goymt og her (14-19 .juni, 20 juni-6 juli, 6-9. juli, 9- ) ber til, at hyggja eftir eftir tí. Vit klára ikki sjálvi at hyggja ígjøgnum alt, so um tú sært eitthvørt áhugavert í hesum filmstubbum (sum kunnu vera fáar minuttir ella fleiri tímar) send okkum so eitt teldubræv við leinki til tað.


Látið hjá drunnhvíta er eisini rættiliga sermerkt. Her eru upptøkur við ljóði úr Koltri.

 
 

 

Fakta

Føroyskt: Drunnhvíti
Latín: Hydrobates pelagicus

Longd: 14-18cm
Flog: 36-39cm

Vekt: 23-30g
Føði: Fiskur, æti og krabbadjór.

 
 
Drunnhvíti_koltur_B_Patursson.jpg
Drunnhvíti 1.jpg




 

Samband