Serlig fuglaveiða

Undantaksloyvi kann fáast til serliga fuglaveiðu.
Hetta er vísindalig ella almennyttug veiða av fugli, ið annars er friðaður og ikki fevndur av serstakari kunngerð.

Tann, ið ynskir at søkja undantaksloyvi, skal senda eina umsókn til savn@savn.fo við yvirskriftini: "Umsókn um serliga fuglaveiðu".

Í umsóknini skal standa:

· Navn á umsøkjara.

· Navn á viðkomandi ið skal veiða.

· Tal og slag av fugli ið skal veiðast.

· Endamál og væntað úrslit av veiðuni.

· Nær farið verður.

· Hvar farið verður.

Vit senda eitt svar aftur skjótast gjørligt.

Avgerðin kann kærast til Mentamálaráðið innanfyri fýra vikur eftir, at umsøkjarin hevur fingið svarið.

Fuglaveiðulógin § 21 sigur: "Landsstýrinum skal verða heimilað í vitskapligum ella almennyttigum endamáli at geva tilskilaðum monnum tíðarfresta undantaksloyvi frá reglunum í §§ 17 og 18 [...]"

Kunngerð um serliga fuglaveiðu § 1, 1. stk. sigur: "Heimild landsstýrisins [...] um í vitskapligum ella almennnyttugum endamáli at geva ávís tíðarfreistað undantaksloyvi [...] verður løgd til Føroya Náttúrugripasavn."