Stuðul til bygdasøvn

Bygdasøvn eru annaðhvørt kommunalir stovnar ella sjálvsognar stovnar, sum eru góðkendir at reka musealt virksemi eftir bygdasavnslógini.

Landið rindar góðkendum bygdasøvnum studning til rakstur, keyp av savnshúsum og fornminnum og umvæling av hesum. Rakstarstuðulin er 60% og íløgustuðulin 50%, um játtan annars er tøk á løgtingsfíggjarlógini. Stuðul kann útgjaldast sum forskot eftir góðkendari fíggjarætlan, sí bygdasavnslógina.


Oyðublað til fíggjarætlan fyri bygdarsøvn:


Treytir

1. Ætlan fyri vanligan rakstur fyri komandi ár verður gjørd og send í seinasta lagi 1. desember árið fyri. 

2. Søkt verður serstakt um stuðul til størri umvælingar, bygging og serlig framsýningar- og verkætlanartiltøk.

3. Grannskoðaður rakstrarroknskapur fyri farna ár verður sendur inn í seinasta lagi 1. mars. 

4. Saman við rakstrarroknskapinum verður latin frágreiðing frá virksemi savnsins í farna ári.

5. Keyp ella yvirtøka av fastognum skal góðkennast av Mentamálaráðnum.