Flatmaðkur

 

Flatmaðkur Arthurdendyus triangulatus verður upp í 20cm langur og eins breiður og neglin á lítlafingri. Hann er púra slættur og ljósabrúnur á liti við eitt sindur ljósari rond. Hann glíður fram á einari slímhinnu við eini ferð á uml 1 m/t. Muðurin er á niðaru síðu, ein triðing frá fremra enda og líkist einum lítlum rundum knappi við einum holi í miðjuni.

Í 1993 skrivaði Dorete Bloch eina grein í Frøði um hetta dýrið.

 

Samband

 
 
Previous
Previous

Trantklukka

Next
Next

Tvísterta