Smærumotta
Smærumotta er ein pinkalítil motta, bert ein knappan millimetur til longdar. Hon hevur 8 bein, og tey fremstu beinini eru væl longri enn hini.
Smærumotta er reyð ella brúnlig á liti, men hetta kemst tó ikki av, at hon sýgur blóð. Hon er nevnliga vegetar og sýgur bert plantusevju. Smærumotta eitur á latíni Bryobia praetiosa.
Í 2011 skrivaði Dorete Bloch eina grein í Frøði um hetta dýrið.