Mynd 1
Dubbaplast verður lagt á.
Mynd 2
Í neðra verður dubbaplastið bukkað um vatnborðið og neglt í kantin við pappseymi.
Mynd 3
Nævur verður bukkað og fest afturat vindskeið.
Mynd 4
Takskeggið, 3 løg av nævurskrukkum við rættsíðuni, ljósu síðuni, upp.
Mynd 5
Nævur verður negld við pappseymi í ovara kant.
Mynd 6
Torvhaldið verður tilevnað og frosthol gjørd.
Mynd 7
Torvhald verður sett upp.
Mynd 8
Duppaplast og trol verður lagt á, 1 m breitt, eins og dubbaplasti. Bæði verða fest í erva, við 20 cm umskaran.
Mynd 9
Trol verður lagt omaná – somuleiðis tvørturum mønuna – og bundið fast í trolini á síðunum.
Mynd 10
Grasið verður sligið, og vøllurin taðaður einar 14 dagar áðrenn skorið verður.
Mynd 11
Torvurnar verða skornar umleið 40 cm langar og 12-15 cm breiðar.
Mynd 12
Mynd 13
Torvurnar eru umleið 15 cm høgar, knappa spakadjúpd.
Mynd 14
Torvurnar verða lagdar soleiðis at breiddin á torvunum kemur at svara til tjúktina á álagda flagnum.
Mynd 15
Torvurnar verða lagdar frá í neðra og uppeftir, forskotnar í mun til hvørja aðra. So hvørt sum røðirnar verða lagdar verða tær trampaðar saman.
Mynd 16
Snøggast er um avstandurin millum frostholini samsvara við torvhaldsjørnini.
Mynd 17
Sláin, ið festir vindskeiðina kann vera partur av tróðrinum ella liggja niður á tróðrið.
Mynd 18
Dupult lag av flagi verður lagt omaná mønuna.
Mynd 19
Tróður, nævur, dobbaplast, trol og síðani flag.
Mynd 20
Arbeiðið verður gjørt soleiðis, at nævur bert verður nýtt har undirlagið er sjónligt, tað vil siga um tróðrið er lagt við fráleika millum brettini, verður nævur bert løgd omaná brettini í røðum millum brettini og framvið takskegginum móti takrennuni.
Mynd 21
Mynd 22