Fornminni í 3D

Nú kunnu øll uppliva fornminni, landssløg og gripir hjá Tjóðsavninum í 3D.

Yvir 30 3D modellir er nú løgd út og fleiri fara at koma. Hetta eru m.a. skrásetingar frá fornfrøðiligu kanningunum í Koltri í 2015 og skrásetingar gjørdar við dronu av bønhústoftum kring landið í 2016. Eisini ber til at fara inn í 3D modellini í virtual reality (VR), um tú hevur VR brillur.

Leinkjan til 3D portalin er: https://Sketchfab.com/Savn


samband