Altjóða kvinnudagur
Fyrsta almenna kvinnudagshaldið í Føroyum varð hildið í 1977. Mynd úr savnsmyndagoymslu Tjóðsavnsins, Kalmar Lindenskov.
Í dag, 8. mars, er altjóða kvinnudagur. Dagurin varð alment viðurkendur av Sameindu tjóðum í 1977 fyri at heiðra avrik hjá kvinnum, fremja javnstøðu og stuðla friði. Dagurin eigur tó sín uppruna í arbeiðararørsluni.
Á altjóða sosialistisku kvinnuráðstevnuni í Keypmannahavn í 1910 legði týska kvinnusaksstríðskvinnan Clara Zetkin fram uppskot um ein árligan altjóða dag fyri kvinnur við endamálinum at stríðast fyri kvinnuligum valrætti og betri arbeiðs- og lívskorum. Uppskotið varð samtykt, og hetta legði grundarlagið fyri tí, sum seinni bleiv Altjóða kvinnudagur.
Á okkara leiðum var 8. mars hátíðarhildin fram til 2. heimsbardaga, hóast dagurin ikki altíð fall júst á sjálvum degnum. Í Danmark var ein steðgur frá krígnum fram til 1970-árini, tá ið dagurin fekk eina renesansu. Nýggja kvinnurørslan tók dagin upp aftur og skipað varð fyri eini røð av 8. mars tiltøkum.
Í 1975 fluttu nakrar kvinnur heimaftur til Føroyar, sum høvdu verið í Keypmannahavn í lestrarørindum og høvdu verið virknar í einum føroyskum kvinnubólki har. Tær funnu saman við øðrum samsintum kvinnum í Føroyum, ið hugsaðu um at gera eina kvinnufylking. Tann 8. mars 1976 bjóðaðu tær til fyrsta almenna fundin hjá Kvinnufylkingini.
Árið eftir skipaði Kvinnufylkingin fyri fyrsta almenna 8. mars haldinum í Føroyum. Dagurin var hildin 6. mars, sum var ein sunnudag. Byrjað var við Sjónleikarhúsið. Kravgongan gekk síðan syngjandi oman á Vaglið, har røður vóru hildnar. Sambært blaðnum hjá Kvinnufylkigini, “Súrsokki”, luttóku 300 fólk í kravgonguni, meðan 1500 áhoyrarar vóru á Vaglinum.
Tær bóru við skeltum og talum fram tey málini, tær mettu vera týdningarmest í kvinnustríðnum tá, til dømis “Somu tímaløn til kvinnur og menn”, “Onki persónlig frælsi uttan fíggjarligt frælsi”, “Íbúðir til øll”, “Ókeypis fyribyrgjandi evni”, “Pláss í býnum til gongufólk”, “Avtakið samskatting av hjúnum” og “Betri føðiumstøður”.
Kvinnufylkingin var sera virkin komandi árini og skipaði fyri 8. mars tiltøkum í 1978, 1979 og 80. Í 1984 tók Kvinnufelagssamskipan Føroya (KSF) tráðin uppaftur saman við Kvinnum fyri Friði og skipaði fyri stórum 8. mars tiltaki í Norðurlandahúsinum. Eftir hetta hava 8. mars hald verið hildin regluliga kring landið.
Á Tjóðsavninum er ein granskingarverkætlan í gongd um Kvinnufylkingina, og sum partur av hesum verður savnað inn til eina serframsýning um fylkingina og arbeiði hennara. Granskingarráðið fíggjar verkætlanina saman við Tjóðsavninum.
Tjóðsavnið frættir fegið frá fólki, ið liggja inni við myndum, upptøkum, faldarum, flogseðlum, plakatum, blaðnum “Súrsokki” og øðrum frá Kvinnufylkingini. Gerandislutir frá tíðini hava eisini áhuga, til dømis høsnabinding, pløgg og bringumerki við feministiskum tekstum og ímyndum, eyðkendar bøkur og faldarar, eitt nú “Betur fyrivarin...”, “Kvinde, kend din krop” o.s.fr.
Eisini frætta vit fegin frá kvinnum, ið hava verið virknar í Kvinnufylkingini og sum vilja siga sína søgu.
Til ber at seta seg í samband við Margrethu Nónklett, verkætlanarleiðara, á margretha@savn.fo