Ein ídnaðarsøga úr Svínoy

Neyðin lærir nakna kvinnu at spinna, verður sagt. Undir seinna heimsbardaga var stórt vørutrot, men samstundis eisini stórt uppfinnsemi í Svínoy, har tey fóru undur framleiðslu av taksteinum

Grundin á húsinum hjá Áranti stendur uppi enn. Tað sigst, at formarnir enn liggja inni í grundini undir flagnum.

Grundin á húsinum hjá Áranti stendur uppi enn. Tað sigst, at formarnir enn liggja inni í grundini undir flagnum.

Ein stórur trupulleiki undir seinna heimsbardaga var vørutrotið. Føroyar vóru avbyrgdar frá umheiminum, tó var nakað av sambandi við Stórabretland og sameindu tess. Hóast nakað av vøru kundi fáast úr Stórabretlandi, var hetta samband ikki nóg mikið at nøkta vørutørvin í Føroyum, tí eisini í Stórabretlandi skortaði gerandisvøra, brennievni, byggitilfar o.s.fr. Hetta gjørdi, at - har tað bar til - fóru fólk at framleiða byggitilfar sjálv.

Nakað er eftir av óbrúktum steinum. Ein plattur av óbrúktum steinum var funnin í einum neysti, sum herfyri var ruddað, tí pláss skuldi gerast fyri bátasavni. Teir brúktu taksteinarnir eru eisini í góðum standi. Nakrir hava ligið á hjallinum  hjá Hanusi  (Hanus Olsen) í meira enn 70 ár og eru enn í góðum standi. Ætlanin er at endurnýta steinarnar, nú hjallurin verður gjørdur av nýggjum.

Eitt gott dømi um hetta er úr Svínoy. Har fóru tveir menn - systkinabørnini Pól Maier Olsen og Pól Maier Justinusen (Lukki ella Pól á Fuglberg, sum hann vanliga var kallaður) undir at framleiða betongtaksteinar. Framleiðslan fór fram í húsunum hjá Áranti (Árant á Sandiamanni), ið lógu við Geilánna. Formar til steinarnar fingu teir úr Onglandi og somuleiðis sement. At fáa sand at stoypa við var ein avbjóðing úti í Svínoy, men til bar at fáa sand av botninum á víkini, og var hetta eisini gjørt fyri at fáa sand til stoypingina av taksteinunum. Hetta varð rópt at trola eftir sandi. Hetta fyrifórst soleiðis, at uttanfyri lendingina í víkini var lítil bátur lagdur fyri teym. Úr bátinum var ein spann søkt niður á botn. Endi var á spannini inn á land, har fólk síðani drógu spannina eftir sandbotninum. Tá komið var upp í spannina, drógu tey á bátinum spannina uppaftur í bátin, og soleiðis kundi mann fylla bátin. Hetta var mikið stríð, men av botninum fekst góður og fínur sandur.

Framleiðslan hjá Pól og Pól hevur verið rættiliga stór, og vardi hon megin partin av krígsárunum. Fleiri hús í Svínoy fingu tak við hesum heimagjørdu betongsteinunum. Serliga vóru tað úthús sum neyst, torvhús og mongu revagarðarnir, sum vóru takt við steinunum, men sethús fingu eisini hetta tak, t.d. var húsið, nevnt Køkurin, ið liggur Niðri á Lag takt við betongsteinunum. Tað sigst, at steinar eisini vóru fluttir av oynni til grannabygdirnar. Dygdin á steinunum er góð, tí enn eru úthús, sum eru takt við hesum betongsteinunum. Hesir steinarnir hava ligið á úthúsunum í meira enn 70 ár.

Betongtaksteinur av hjallinum hjá Hanusi. Hevur ligið á í umleið 75 ár.

Betongtaksteinur av hjallinum hjá Hanusi. Hevur ligið á í umleið 75 ár.

Pól og Pól stoyptu ikki bert taksteinar, men gjørdu eisini royndir við at stoypa hvølpalás í Svínoy. Fleiri lás vórðu stoypt, men tíverri vita vit ikki, um nøkur av hesum lásum eru til enn.

Allan Dalsgarð