Føroyski báturin innskrivaður á UNESCO listan yvir siðaarv hjá mannaættini

 

Jens Kristian Vang hevur tikið myndina

Saman við súðubygdum bátum úr øllum Norðurlondum varð føroyski báturin innskrivaður á UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini 14 desember. Innskrivingin á UNESCO listan er ein altjóða viðurkenning av føroyska bátinum, og samstundis verður staðfest, at føroyski báturin, og harvið bátasmíð, brúk, siðvenjur og vitan um føroyska bátin, skal verjast og førast víðari til komandi ættarlið.

Føroyski báturin, sum vit kenna hann í dag, fekk helst sítt vakra og sjógóða skap miðskeiðis í 17. øld. Føroyski báturin er súðubygdur, har kjølurin fyrst verður reistur, og borðini síðan verða sett fyri við kanti yvir kant og klinkað saman í súðunum. Hesin hátturin at smíða bátar hevur verið kendur í minst 2000 ár og er brúktur í øllum Norðurlondum. Stóru víkingaskipini, ið sigldu um høv fyri yvir 1000 árum síðan, vóru súðubygd.

Gjøgnum øldir hevði føroyski báturin stóran týdning fyri liviumstøðurnar í Føroyum. Hann var álitið til fiskiskap, veiðu og til flutning millum oyggjarnar. Nú verður hann mest brúktur til kappróður og til frítíðarvirksemi, og av tí sama fækkast bátasmiðirnir og brúkið av føroyska bátinum.

Enn ber til at fáa ein føroyskan bát smíðaðan, men verður onki gjørt, er vandi fyri, at komandi ættarlið ikki duga aldagamla handverkið at smíða ein føroyskan bát. Missa vit vitanina og førleikan at smíða og brúka føroyska bátin, missa vit ein part av okkara felags samleika.

- Við at seta føroyska bátin á UNESCO listan binda vit okkum sum samfelag til at vitanin um føroyska bátin og førleikin at smíða og brúka bátin verða varðveitt og førd víðari til komandi ættarlið.

UNESCO sáttmálin um verju av siðaarvi er frá 2003. Endamálið við sáttmálanum er at økja virðingina fyri og kunnleikan um siðaarv. Føroyar tóku undir við sáttmálanum í 2018. Tað er Tjóðsavnið, sum umsitur sáttmálanum um verju av siðaarvi í Føroyum.

Jens Kristian Vang hevur tikið myndina


 
Previous
Previous

Drotningin fekk forkunnuga gávu

Next
Next

Jólapisa í Koltri