Heyst(ó)hugni á Tjóðsavninum

Kom og vitja (ó)hugnaligasta savnið í Føroyum!

Starvsfólk á Tjóðsavninum hava úr at gera við fyrireikingum til árliga heyst(ó)hugnan. Alt savnið skiftir ham, og tí verður savnið eisini stongt í viku 41 frá mánadegnum til fríggjadagin. Tó er opið sum vant í vikuskiftinum, áðrenn stóra tiltakið ferð í gongd í viku 42.

(Ó)hugnaligur heysthugni verður á Tjóðsavninum í heystfrítíðini frá 13. til og við 17. oktobur frá klokkan 11-16.

Dentur verður lagdur á, at børnini skulu fáa eina stuttliga, læruríka og upplýsandi viku – men munnu tey vaksnu ikki eisini fáa eitt gullkorn ella tvey við á vegnum 😉
Kom og loys uppgávur, lær um føroyskar sagnarverur, royn teg við gammeldags barnabingo, vitja okkara skrekkiligu skrivstovu, og njót ein øðrvísi dag á einum (ó)hugnaligum savni.

SKRÁIN 13. - 17. OKTOBUR

Kl. 11:00 - Savnið letur upp
Kl. 11:30 - Søguløta við føroyskum sagnum og ævintýrum
kl. 12:00 - 14:00 - Spyr serfrøðingin á savninum
kl. 14:30 - Gammeldags barnabingo
kl. 16:00 - Savnið letur aftur

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin ... ja, um tit altso tora 👻


Samband

Next
Next

Nýggj myndasøvn á Tjóðsavninum