Kortlegging og eftirlit við havbotninum

 

Sjódjóradeildin á Tjóðsavninum hevur í mong ár savnað vitan um botndjóralívið í føroyskum havøki og hevur í hesum sambandi luttikið í stórari fleirtjóða verkætlan um at brúka trolhjáveiðu sum fyrisitingarligt amboð til verju av verndarverdum økjum á havbotninum í norðurpólshøvum (arktis). Verkætlanin hevur heitið “Long Term Benthos Monitoring (LTBM)”.

Í hesum tíðum við øktum áhuga fyri norðurpólsøkjum og størri fólksligari náttúrutilvitan, er tað eisini av politiskum týdningi at vita meiri ítøkiliga, hvussu livandi náttúran hevur tað. Soleiðis er eisini við dýralívinum á havbotninum. Norðurpólshøv er stórt øki og framhaldandi eftiransing (monitorering) av djóralívinum á havbotninum er sera kostnaðarmikil, og kann tí tykjast heldur ógjørlig.

Ein bólkur av granskarum úr londum við norðurpólshøvum (Noregi, Ruslandi, USA, Kanada, Grønlandi, Íslandi og Føroyum) setti sær fyri at kanna møguleikarnar fyri at brúka trolhjáveiðu til at siga nakað um botndjóralívið.

Eftiransing av botndjóralívinum verður vanliga gjørd við grabbasýnum, har alt sum er størri enn 1 mm verður kannað (macrofauna). At fylgja gongdini nýtast sýni á hvørjum ári og stór øki mugu kannast. Hetta ger at sýnismongdin, og harav kostnaðurin, verða so mikið stór, at tað í veruleikanum ikki ber til.

Allar fiskivinnutjóðir gera árligar yvirlitstrolingar. Vanliga hevur tað bert verið fiskurin, sum hevur verið kannaður, meðan restin (hjáveiðan) er koyrd í havið aftur uttan viðgerð. Um trolhjáveiðan, t.e. alt tað sum ikki er fiskur, eisini verður kannað, so fæst virðismikil vitan um tey stóru botndýrini (megabenthos), uttan at kostnaðurin verður so stórur.

Trolhjáveiðukanningar verða nú royndar í flestu av londunum við norðurpólshøvini. Havstovan hevur í nøkur ár skrásett hjáveiðu í sambandi við árligu yvirlitstrolingarnar. Hesar upplýsingar hava eisini verið brúktar.

Vitanin burturúr trolhjáveiðu kann brúkast til at siga nakað um, hvussu botndýralívið er samansett og hvussu vit á bestan hátt kunnu verja náttúruna á havbotninum móti ymiskum sløgum av hóttanum. T.d. verða trolhjáveiðudátur úr Barentshavinum brúktar av fiskiveiðumyndugleikunum í Norra at skipa, hvussu loyvt er at fiska. Mett verður, at sum frá líður verða trolhjáveiðuskrásetingar fastur partur av yvirlitstrolingum hjá flestu londum.


Faldari við niðurstøðum

Ein faldari er gjørdur, sum kann takast niður her. Í faldaranum er samanumtøka av nøkrum av niðurstøðunum, sum gjørdar vóru. Seinni í ár kemur rúgvusmikil grein um sama evni. Greinin verður prentað í tíðarritinum hjá ICES.


Samband

 
Previous
Previous

Plantukanningar í Koltri

Next
Next

Summartúrar við Tjóðsavninum