Norðurlendsk bátaráðstevna verður í Finnlandi 4.-6. september 2025

Mynd: Ólavur Frederiksen

Á skránni vera framløgur og verkstovur um m.a. bátasmíð, brúk av bátum og fjarðamentan úr øllum Norðurlondunum (eisini Føroyum). Harafturat verður pallborðskjak (við føroyskari luttøku) um UNESCO innskrivingini av norðurlendsku bátasiðvenjuni.

Bátasmiðir, feløg, søvn, útbúgvingarstovnar og eldsálir úr øllum Norðurlondum luttaka. Hetta er eitt gott høvi at fáa íblástur frá hinum Norðurlondunum til hættir at varðveita bátasiðvenjuna í Føroyum.

Endamálið við ráðstevnuni er at tryggja, at ítøkiligar verkætlanir og átøk verða sett í verk í londunum, sum eru við í UNESCO-innskrivingini av norðurlendska bátinum.

Sí skránna og melda til innan 16. juni á https://ssl.eventilla.com/clinkerboat2025/EN


Samband

Previous
Previous

Fornfrøðiligur útgrevstur á Sondum á Sandi

Next
Next

Íslendski forsætisráðharrin og løgmaður vitjaðu Koltur