Plantutúrar í Hoyvík 28. juni kl. 14 og kl. 19

 

Vegleiðari: Annleyg Patursson

Dato:  mikudagin 28. juni

Tíð: kl. 14:00 og kl. 19.00

Stað: Hoyvík. Túrurin byrjar við parkeringsøkið hjá Skógrøkt Landsins

Torleikastig: Túrurin er fyri øll

Túralongd: 2 tímar

Kostnaður: 50 kr., sum verður goldið á staðnum

Lýsing: Vit ganga eftir gøtum, aftanfyri Skógrøktina og gjøgnum viðarlundina. Víðari oman móti Boðanesgjógv, har nógvar hagaplantur vaksa, niðanaftur gjøgnum hagan og oman í plantufrøðiliga urtagarðin á Tjóðsavninum við teimum føroysku blómunum.

Tilmelding: Eingin tilmelding – tú møtir bara upp


Samband

 
Previous
Previous

Hvalastøðin letur upp í summar

Next
Next

Fyrilestur: Siðvenjur í sambandi við grind í Karibia og í Føroyum