Savnsfagnaður í heystfrítíðini

 

Heystfrítíðin er í døgunum 14. til 18. oktober og á Tjóðsavninum gleða vit okkum at bjóða tykkum vælkomnum á Savnsfagnað. Opið er hvønn dag millum kl. 11.00 og 16.00 og skráin er fylt við tilboðum til bæði børn og vaksin. Ársins evni er “samskifti” og allar framsýningar, upplivingar og uppgávur eru tengdar at hesum evni.


Screenshot 2019-10-11 at 8.41.56 AM.png

VINN ævintýraferð út í ógloymandi koltur

Øll sum vitja á Tjóðsavninum kunnu vera við í stóru kappingini um fimm dagsútferðir út í Koltur í mai ella juni 2020 fyri alla familjuna (5 fólk).


Spennandi vitanarveiða hvønn dag kl. 14

Screenshot 2019-10-11 at 9.10.54 AM.png

Á Savnsfagnaðinum er millum annað ein spennandi vitanarveiða við sjórænarunum Svartskegg og Jack Tyler. Til alla vanlukku eru teir strandaðir í Føroyum og mugu finna sítt kumpass fyri at sleppa til rýmingar. Vilt tú vera við at hjálpa teimum at loysa uppgávur og finna kumpassið?

Vitanarveiðan er fyri børn í aldrinum 7-12 ár. Tilmelding krevst fyri at luttaka, og kann hetta gerast á Tjóðsavninum í upplatingartíð. Pláss er fyri 45 børnum hvønn dag.

Ókeypis myndaboks

Tað sigst, at ein mynd sigur meira enn 1000 orð - so sjálvandi er Myndaboks við á Savnsfagnaðinum í ár. Ein mynd hevur ótrúlig evnir at samskifta og at miðla bæði kenslur og løtumyndir. Vit sýna fram gomul myndatól og myndaútgerð. Tú fær myndina frá Myndaboks heim við ókeypis.

Huldusøgur og sangløta hvønn dag kl. 11.15

Í ár verður ein nýggj søga um huldugentuna Heiðu at hoyra og eisini verður ein sangløta. Munnlig frásøgn og sangur eru livandi samskifti, sum hevur ment seg gjøgnum øldirnar, og henda løtan hóskar seg stak væl til tey yngru børnini.

Granskarasøgur, uppgávuhefti og serframsýning

Sum vant er eitt stórt uppgávuhefti er til øll børn at stuttleika sær við, har høvi er at loysa ymiskar læruríkar uppgávur, ið stimbra sansirnar og forvitnið hjá børnum. Komið eisini og hoyrið eina nýggja granskarasøgu hvønn dag, har tú millum annað fært at vita, hvussu plantur samskifta! Harafturat hevur Jarðfeingi sett eina serframsýning upp, sum eitur: “Jørðin og Føroyar í jarðfrøðiligari tíð”…


Kahoot! og virtual reality

Sum nakað nýtt verður ein Kahoot spurnakapping – hon er bæði stuttligt og lærurík. Eisini verður høvi at royna ‘virtual reality’ brillur. Við brillunum fært tú ‘ferðast’ víða um í Føroyum, uttan so mikið sum at fara av Tjóðsavninum.


Vit gleða okkum at taka ímóti tykkum til Savnsfagnaðin 2019!

 Øll tiltøkini á Tjóðsavninum eru ókeypis

 
Allan Dalsgarð