Serframsýning - Merkið 100 ár

 
merkid.jpg

Páskirnar standa fyri durum við fleiri kærkomnum frídøgum. Hetta er eisini eitt upplagt høvi at vitja nýggju og merkisverdu serframsýningina á Tjóðsavninum

Serframsýningin hátíðarheldur, at Merkið er 100 ár og varpar á ein øðrvísi hátt ljós á, hvussu Merkið og flagglitirnir hava verið nýtt í sambandi við hátíðir, ítrótt, gerandislív og annað seinastu 100 árini.

Serframsýningin letur upp í dag fríggjadagin 12. apríl kl. 15 og í hesum sambandi er ókeypis atgongd fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.

Framsýningin er fyri øll - bæði børn og vaksin 🇫🇴


Upplatingartíðir um páskirnar

Í páskafrítíðini og um páskirnar er Tjóðsavnið opið hvønn dag soleiðis:

Fríggjadagin 12/4 | 15-18 (serframsýningin letur upp)
Leygardagin 13/4 | 10-17
Sunnudagin 14/4 | 14-17
Mánadagin 15/4 | 10-17
Týsdagin 16/4 | 10-17
Mikudagin 17/4 | 10-17
Hósdagin 18/4 | 14-17 (skírisdagur)
Fríggjadagin 19/4 | 14-17
(langi fríggjadagur)
Leygardagin 20/4 | 10-17
Sunnudagin 21/4 | 14-17 (páskadagur)
Mánadagin 22/4 | 14-17
(2. páskadagur)
Týsdagin 23/4 | 10-17
Mikudagin 24/4 | 10-17
Hósdagin 25/4 | 10-17
Fríggjadagin 26/4 | 10-17
Leygardagin 27/4 | 10-17
Sunnudagin 28/4 |14-17


 
Allan Dalsgarð