Summartúrar við Tjóðsavninum

 

Aftur í ár skipar Tjóðsavnið fyri spennandi og læruríkum upplivingartúrum saman við serfrøðingum frá Tjóðsavninum. Túrarnir eru ymsa staðni í Føroyum og eru væl egnaðir forvitnar familjur, einstaklingar og bólkar, sum vilja uppliva náttúru, mentan og djóralív alt í senn.

Skipað verður fyri fuglatúrum, fjørutúrum, skordýratúrum, plantutúrum, rundvísing á Hoyvíksgarði og fornfrøðiliga útgrevstrinum á Velbastað.

Túrarnir kunnu keypast á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn fyri bara 50 krónur.



 
Previous
Previous

Hvalastøðin við Áir letur upp aftur í summar

Next
Next

Tjóðsavnið fær stuðul til granskingarverkætlan