Tjóðsavnið avdúkar, hvat stendur á rúnasteininum

Rúnasteinur. Mynd: Helgi Michelsen

Leygardagin 14. november kl. 14.00 verða framløgur á Tjóðsavninum í Brekkutúni 6 um útgrevsturin á Sondum á Sandi, rúnasteinin og aðrar gripir. Rúnasteinurin og gripir frá útgrevstrinum verða sýndir fram.

Á tiltakinum fer Helgi Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum, stutt at greiða frá útgrevstrinum og frá tá rúnasteinurin varð funnin. Síðan hevur Lisbeth M. Imer, seniorgranskari og rúnologur á Nationalmuseet í Keypmannahavn, framløgu um rúnur og tulking av rúnasteininum.

Tá rúnasteinurin varð funnin í summar, hildu fornfrøðingarnir á Tjóðsavninum seg kunna lesa orðini “...... hvílir her”. Lisbeth M. Imer hevur kannað nakrar av rúnunum frammanfyri hesi orðini.

Eftir framløguna verður høvi at síggja rúnasteinin umframt nakrar spennandi gripir, ið vóru funnir í útgrevstrinum í summar.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Lisbeth M. Imer, seniorgranskari og rúnologur á Nationamuseet í Keypmannahavn


Samband

Next
Next

Heyst-Ó-Hugni á Tjóðsavninum