Tjóðsavnið letur upp fyri summarið

 

Mai er í hondum og tað merkir, at Tjóðsavnið letur dyrnar upp fyri øllum summargestum. Frá 1. mai eru framsýningarnar hjá Tjóðsavninum opnar hvønn dag frá klokkan 10 til 17

Í brekkutúni ber millum annað til at uppliva nýggju framsýningina “Ull er Føroya Gull”, sum lýsir søguna hjá føroysku ullini frá seyðalorti til Cat Walk í Tokyo. Har ber millum annað til at royna seg sum víking í røttum víkingabúnum og læra, hvussu seyðaárið sær út.

Seinni í summar letur upp nýggj framsýning við spennandi søguni um føroysku klæðini.


Hoyvíksgarður letur upp aftur fyri vitjandi og har ber til at uppliva ein rættiligan bóndagarð við úthúsum, hjallum, matargoymslum, neystum og at vitja innar í huganligu bóndahúsini. Fylgir tú gøtuni frá Hoyvíksvegnum kanst tú fáa søguna fortalda á fartelefonini við at skanna QR koturnar á leiðini.

Eisini er urtagarðurin opin fyri vitjandi, har alskyns føroyskar plantur eru at finna.


 
Previous
Previous

Verkstova um ull á Búnaðarstovuni hin 12. mai 2022 kl. 13-16.

Next
Next

VIDEO: 300 ára søga grivin undan gólvinum í Stokkastovuni