UNESCO havt ársaðalfund í Føroyum

 

Norðurlendsku nevndirnar hjá UNESCO hava júst havt ársfund í Føroyum. Føroyar, sum hava havt atlimaskap í UNESCO síðani 2009, vóru vertir og vitjað varð millum annað á Hvalastøðini við Áir

UNESCO er ein ST-felagsskapur, sum arbeiðir við at betra um viðurskifti kring allan heim innan útbúgving, vísind, mentan og samskifti. Á fundinum vóru arbeiðsbólkar skipaðir innan øll hesi øki. Innan mentan vóru trý høvuðsevni. Tey vóru immateriell mentan, ólóglig søla av savnslutum og um, hvussu serlig náttúru- og mentanarøki kunnu sýnast fram til vitjandi uttan at gera seg inn á økið og uttan at órógva fólkini á staðnum.

Eitt av føroysku íkastunum til fyrsta evni var ein fyrilestur hjá Tótu Árnadóttir um Føroyska dansin. Í fyrilestrinum var spurningurin reistur, um føroyski dansurin kundi verða eitt uppskot til UNESCO at seta á listan yvir immateriellan heimsarv.

Mentamálaráðið arbeiðir í løtuni við uppskoti til nýggja savnslóg, og í uppskotinum er eisini eitt brot um ólógligt keyp av savnslutum, tí var áhugavert hjá Føroysku luttakarunum at tosa um viðurskifti í sambandi við keyp og sølu og inn- og útflutning av savnslutum.

Íslendingar byrjaðu viðgerðina av triðja økinum. Teir lýstu teirra avbjóðingar við mongu ferðafólkunum, sum leggja sera stórt trýst á alt tað íslendska samfelagið, og um hvussu roynt verður at bøta um og skipa ferðavinnuna øðrvísi. Her fingu føroysku luttakararnir sera nógv burturúr, tí hesin spurningur er sera aktuellur í Føroyum í løtuni, nú trýstið frá ferðafólki á smáu bygdinar og útoyggjarnar veksur.

 Í sambandi við fundin bjóðaði Tjóðsavnið luttakarunum norður at vitja Hvalastøðina. Í góðveðrinum tók Erland Viberg Joensen savnsvørður ímóti og greiddi frá søguni á staðnum og um ætlaninar hjá Tjóðsavninum við støðini.

Í sambandi við fundin bjóðaði Tjóðsavnið luttakarunum norður at vitja Hvalastøðina. Í góðveðrinum tók Erland Viberg Joensen savnsvørður ímóti og greiddi frá søguni á staðnum og um ætlaninar hjá Tjóðsavninum við støðini.

Eftir vitjanina bjóðaði Heðin Zachariassen borgarstjóri í Sunda Kommunu øllum inn til kaffi og nýtti høvi at greiða luttakarunum frá nýggja ferðafólkapolitikkinum og frá hugsanunum hjá Sunda Kommunu viðvíkjandi hvalastøðini og økinum kring støðina.