VIDEO: Granarkópur í Svínáum

 

Niklas R. Jacobsen hevur sent okkum hesar upptøkurnar, ið hann gjørdi av einum granarkópi í sjónum inni við land í Svínáum mánadagin 21. mars, júst tá hann gjørdi seg kláran til ein kavaratúr

Hann helt seg kenna hetta kópaslagið úr Svaldbard, har norðmenn kalla hann fyri storkobbe ella remmesæl. Á enskum verður hann nevndur bearded seal og hevur latínska heitið Erignathus barbatus. Nøvnini sipa øll til serlig eyðkennið. Hann verður nevndur Storkobbe, tí at hetta er størsta vanliga kópaslagið í norðurhøvum, og remmesæl vísir til, hvat húðin kundi brúkast til. Enska heitið bearded seal kemur av vælvaksnu kampunum (snoddhár).

Granarkópar eru ikki vanligur um okkara leiðir, men av og á síggjast teir her. Einstakir eru sæddir heilt suðuri í Ermasundi, Írlandi, Fraklandi og Niðurlondum

Føroyska heitið “granarkópur” stendur ikki í orðabókini, men man helst sipa til, at gronin er heldur kubbut í mun til á láturkópi. Vit kundu tí sagt, at granarkópur hevur vælvaksin granarhár, og at lættast er at kenna hann á henda hátt.

Í Føroyum hava vit bara eitt kópaslag og tað er láturkópur, Halichoerus grypus.


Samband

 
Previous
Previous

Stuðulstiltak til frama fyri neyðstødd í Ukraina

Next
Next

Á Tjóðsavninum er eingin tíð at keða seg!