Vitja urtagarðin í summar

 

Í summar kanst tú vitja spennandi Planturføðiliga urtagarðin í Hoyvík og læra um føroyskar plantur og vøkstur frá plantufrøðinginum Annleyg Patursson.

Annleyg er at hitta í urtagarðinum hvønn mánadag í juli og august klokkan 14-15.30 og 17-18.30 har hon vísir runt og greiðir frá ávísari ætt ella plantum hvørja viku:

  • 4. juli: Trøllakampar og baraldur

  • 11. juli: Nakrar plantur av neliksættini og pílar

  • 18. juli: Sóljuættin

  • 25. juli: Rósuættin

  • 1. august: Rósaættin

  • 8. august: Ertnablómuættin

  • 15. august: Skjólurtaættin

  • 22. august Skjólurtaættin

  • 29. august: Fransagrasættin og Varrablómuættin.


Eisini møguleiki at keypa og bíleggja plantur úr urtagarðinum. Hav reiðan pening við!


 
Previous
Previous

Nýggj framsýning um føroysk klæði

Next
Next

Hvalastøðin við Áir letur upp aftur í summar