Solveig Hansen Solveig Hansen

Tjóðsavnið partur av GLObecc-verkætlanini

Í august í ár fór GLObecc-verkætlanin av bakkastokki undir leiðslu av Amandu Vang, deildarleiðara á Firum. GLObecc er stytting fyri: Gelatinous Lifeforms in Faroese waters: Biodiversity, Regional Connectivity, and Capacity building.

Read More
Solveig Hansen Solveig Hansen

Gullbrandur og blábrandur – tvær brennandi aktuellar hvalspýggjur

Júst nú ber til at síggja tvær av okkara størstu hvalspýggjum. Best at lata tær fáa frið, og bert njóta teirra ótrúliga vakurleika, uttan at nerta við. Báðar brenna illa, og um illa vil til kann verða neyðugt at leita sær hjálp hjá lækna fyri at fáa linna. Trevsurnar kunnu verða fleiri metrar langar.

Read More
Solveig Hansen Solveig Hansen

Merkið handað Tjóðsavninum

Mikudagin 25. septembur fekk Tjóðsavnið handað eina heilt serfingna gávu - Merkið, sum heimskendi rúmdarfararin Andreas Mogensen hevur havt við sær úti í rúmdini.

Tjóðsavnið fer at sýna Merkið fram í framsýniningini í Brekkutúni frá 14. oktobur.

Read More
Solveig Hansen Solveig Hansen

Sjókorkasegl (Velella velella)

Hvalspýggjurnar, sum skolaðu upp í Koltri, hava fingið føroyskt navn

Herfyri skolaðu einar hálvthundrað hvalspýggjur upp á vakra sandin í Koltri. Hetta var ikki tað vanliga slagið, men eitt heldur óvanligt slag um okkara leiðir.

Read More
Solveig Hansen Solveig Hansen

Fyrilestur um hetlendska málið

Týskvøldið 10. september 2024 kl. 19.00 verður almennur fyrilestur á Tjóðsavninum, Brekkutúni 6, Hoyvík undir heitinum: Shaetlan: Ett hotat blandspråk i Nordsjön

Read More
Solveig Hansen Solveig Hansen

Vistskipanin í føroysku áunum

Áarløg í Føroyum hava eitt serstakt lívfrøðiligt margfeldi, sum spælir ein týðandi leiklut í at halda natúrligu javnvágina og varðveita vistfrøðiligu heilsuna í náttúruni.

Read More
Solveig Hansen Solveig Hansen

Tær uppruna føroysku skørurnar

Meðan urtagarðsplantan garðaskøra Alchemilla mollis spreiðir seg um tað heila innangarðs í Føroyum, er áhugavert, at geva teimum uppruna føroysku skørunum gætur.

Read More
Solveig Hansen Solveig Hansen

Nordisk Ruinseminar

Í døgunum 11. til 13. juni var Tjóðsavnið vertur fyri Nordisk Ruinseminar. Hetta er ein afturvendandi norðurlendsk ráðstevna, sum verður hildin annað hvørt ár. Í ár vóru luttakarar úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finlandi og Føroyum.

Read More
Solveig Hansen Solveig Hansen

Framløga við Áir um altjóða stórhvalaveiðu

Hvalastøðin við Áir letur upp leygardagin 22. juni. Í tí sambandi verður áhugaverdur fyrilestur við Ulf Ingemar Gustafsson, PhD í søgu, sum hevur granskað í hvalaveiðu og arbeitt við, hvussu ídnaðarminni kunnu varðveitast.

Read More
Solveig Hansen Solveig Hansen

Plantusøla

Seinasta plantusølan verður fríggjadagin 14. juni frá kl. 13.30 til kl 17.30.

Annars eftir avtalu við Annleyg tlf. 506252

Planturnar kosta 50,- stk.

Read More
Solveig Hansen Solveig Hansen

Closed for Maintenance í Sundshaga

Hvørt ár koma ferðafólk í stríðum streymi til Føroya at luttaka saman við føroyingum í Closed For Maintenance, eitt átak, sum Visit Faroe Islands skipar fyri hvørt summar.

Read More
Solveig Hansen Solveig Hansen

LIVIND-verkætlanin komin at enda

Síðan 2021 hevur Fólkalívsdeildin verið partnari í norðurlendsku og baltisku verkætlanini LIVIND (Creative and Living Cultural Heritage as a Resource for the Northern Dimension Region). Øll londini, sum hava luttikið í LIVIND, hava tikið undir við UNESCO-sáttmálanum um verju av siðaarvi.

Read More
Solveig Hansen Solveig Hansen

Spennandi gripir við Áir

Dýrgripir síggja dagsins ljós, nú ruddað verður á Hvalastøðini, áðrenn hon aftur letur upp fyri savnsgestum 22. juni. Avbjóðingin er at fara væl við óvanligum lutum sum granatum og neyðblussum, samstundis sum trygdin er í hásæti.

Read More