DSC_0644.JPG

Gøtubráir og fólk

Rættiliga vist er, at har sum gøtubrá er, har er hon komin við fólki og fæi. Í Norðuramerika, har gøtubrá ikki vaks upprunaliga, góvu upprunafólk í Norðuramerika henni navnið hvítamannaspor, tí hon vaks fram við gøtum, sum tann hvíti maðurin hevði gjørt.

Í Føroyum eru fýra sløg av gøtubrá. Tey eru jóansøkugøtubrá (Plantago lanceolata), stórvaksin gøtubrá (Plantago major), sævargøtubrá (Plantago maritima) og sera sjáldsama ravnagøtubráin (Plantago coronopus). Í áhugaverdari grein í Fróðskaparrit 1986-1987 skrivar Jóhannes Jóhansen um, hvørjar ábendingar aldursgreiningar av sáðkorni (pollen) hjá jóansøkugøtubrá geva okkum um eldri búsetingar í Føroyum. Einstøk sáðkorn, funnin í Saksunarvatni, eru frá ár 3200 f. Kr. Tey eru tó so fá, at hetta ikki verður mett at kunna stuðla uppundir eina búseting í Føroyum. Men um ár 2300 f. Kr. er somikið nógv funnið á fleiri støðum, at Jóhannes metir tað vera sannlíkt, at onkur búseting hevur verið her tá.

Sum við øllum vísindum er trupult at siga nakað fyri vist. Men eitt er tó vist, og tað er, at søgan er góð og nógv er eftir til fornfrøðina og hugflogið.

Tær tríggjar vanligu gøtubráirnar vaksa í plantufrøðiliga urtagarðinum hjá Tjóðsavninum á Debesartrøð.   fransagras