IMG_20190604_134246.jpg

Bretskur aðal ger planturannsóknir í Føroyum í 1821

 

Um tað ikki var fyri rannsóknirnar hjá bretska náttúrufrøðinginum Sir Walter Calverly Trevelyan (1797-1879) í Føroyum í 1821, høvdu vit neyvan vita um sera sjáldsomu plantuna hvítur fjallakarsi (Arabis alpina). Trevelyan vitjaði í Føroyum í 1821 og gjørdi rættiliga nágreiniligar kanningar av hita og gróðri í Føroyum. Alt hetta kunnu vit lesa um í ritinum hann gav út í 1835 “Vegetation and temperature of the Faroe Islands”. Í hesum ritinum síggja vit, at hann hevur funnið hvítt fjallakarsi í 640 metra hædd á Kunoynni. Plantufrøðingar, sum vitjaðu í Føroyum um aldarskifti 80 ár seinni, funnu ikki plantuna aftur, og hóast Rasmus á Háskúlanum nevnir plantuna í Føroya Floru, so fann hann heldur ongantíð plantuna. Í 1974 bragdaði hjá Jóhannes Jóhansen táverandi savnsvørði á Tjóðsavninum, tí tá fann hann plantuna í Stórugjógv á Borðoynni og ein planta varð savnað inn og er til skjals á Tjóðsavninum. Á einum gongutúri til Skarðs úr Kunoyarbygd í 2007, fann Annleyg Paturson plantuna aftur í Kunoynni - kanska júst sama stað, sum Trevelyan fann plantuna á sumri 1821. Fyri ikki at gera seg inn á sjáldsomu plantuna í Føroyum, varð ongin planta savnað inn til savnið, men ein planta tikin livandi fyri at vita, um hon kundi alast og margfaldast í urtagørðum. Myndin er tikin av plantuni í urtagarðinum hjá Dánial Jespersen í Tórshavn. Hon líkist mest heilt vanligu klettaskriðublómuni (cardaminopsis petraea), men er kortini løtt at kenna á mongu grovtentu bløðunum, sum eru sýld upp í neðra.