Jarðføst fornminni

Hetta er eitt ávegis kort yvir jarðføst fornminni í Føroyum. Á kortinum eru fyrndarbýlingar og toftir úr víkingatíð og miðøld. Eisini eru yngri toftir, eitt nú vakhús, ið m.a. vórðu nýtt tá sjórænarar herjaðu í Føroyum.

Fleiri fornminni fara at koma inn á kortið, eitt nú krígsminni. Eisini verður ein nágreinilig lendisskráseting av øllum Føroyum gjørd, so allar sjónligar toftir og meinniskjaskapt spor verða skrásett á kortið. Hetta er eitt stórt arbeiði, ið vit vóna fer at bera á mál við hjálp frá bygdasøvnum og áhugaðum.

Vit vilja gjarna hava rættingar og ískoyti til kortið frá staðkendum og áhugaðum fólki.

Vís kortið í fullari stødd >

Kortið er bert vegleiðandi. Upplýsingar um friðað jarðføst fornminni fáast við at venda sær til Tjóðsavnið.


Samband