Kommunur og fornminni

Løgtingslógin um býarskipanir og byggisamtyktir veitir kommunalum myndugleikum heimild fyri viðtøkum um brúk og vernd av økjum, t.d. við atliti at mentanarminnum.

Á kortal.fo ber til at síggja ymisku byggisamtykkurnar.

Ætlanin við lógini er at leggja til rættis brúk av økjum og bygging til frama fyri hin einstaka og samfelagið. Í hesum liggur eisini ein skylda til at taka virðini, sum mentanarminnini umboða, við í plan- og byggimálsviðgerðina.

Lógin um býarskipanir og byggisamtyktir er týdningarmesta amboðið hjá kommununum til at taka sær av mentanarminnum. Vernd við byggisamtykt er ein dynamiskur verndarháttur, tí byggisamtyktir verða við jøvnum millumbilum dagførdar.

Mælt verður til, at kommunur altíð senda Landsantikvarinum/Tjóðsavninum ætlanir um byggisamtyktir til hoyringar.


Viðlíkahald av fornminnum

Tjóðsavnið hevur eisini eitt gott samstarv um viðlíkahald av fornminnum við kommunur.

Mong fornminni, sum eru friðað við lóg, krevja viðlíkahald fyri at verða varðveitt. Hetta er t.d. galdandi fyri Múrin og onnur miðaldarminni í Kirkjubø eins og Havnar Skansa.

Eitt fornminni minnir ikki um serliga nógv, um tað ikki trínur fram á ein hátt, at tað megnar at lýsa søguna. Viðlíkahaldið er neyðugt fyri at vitjandi kunnu ferðast trygt, og eisini fyri at komandi ættarlið kunnu uppliva fornminnini eins og vit.

Fornminni, ið eru friðað við lóg, og sum eru í almennari ogn, verða viðlíkahildin av tí almenna. Fornminnissavnið skipar fyri viðlíkahaldi av fornminnum, sum eru í almennari ogn, og eisini fornminnum í privatari ogn, sum hava almenna atgongd.


Avtalur um viðlíkahald:

Kvívík: Niðri á Toft
Sandavágur: Innanfyri Heygagerði
Leirvík: Á Toftanesi


Samband