Samstarv

 
 

Oliver Bechberger
(State Museum of Natural History Karlsruhe, Germany)

Plantur í Koltri

Plantumargfeldið í Koltri er stórt, tá hugsað verður um støddina á oynni, og har finnast minst trý sløg, sum eru á føroyska reyðlistanum fyri hótt sløg. Graslendi er vanligasta vakstrarlendið, men onnur meira serstøk plantusamfeløg eru eisini at síggja. Strondin fyri sunnan og eiðið mitt á oynni fáa nógv sjórák yvir seg, og har trívast m.a. mjátt sjógras (Armeria maritima) og læknaeirisgras (Cochlearia officinalis) væl. Norðanfyri í brattlendinum og í óatkomiligum homrum er gróðrarmikil vøkstur sum er sjáldsamur at síggja. Har finnast vakrar plantur sum hjálpirót (Rhodiola rosea) og litingarsortugras (Geranium sylvaticum), umframt ymsir trøllkampar.


Plantumargfeldið

Í mun til støddina hevur oyggin eitt sera stórt ríkidømi av sløgum av blómuplantum. Hetta sýnir ein oyggjalívlandsfrøðilig greining av floruni í Føroyum (Guldager Christiansen & Hansen 1998). Í Koltri vaksa uml. 112 sløg av blómuplantum í mun til 222 sløg á Sandoynni og 221 sløg á Streymoy - hesar báðar, ið eru slagríkastar í Føroyum eru ávikavist 112,1 km2 og 373,5 km2 til støddar. Og í mun til Stóru Dímun, ið bert hevur 65 sløg, men er eitt vet størri enn Koltur, er Koltur serlig í einum oyggjalívlandsfrøðiligum samanhangi.

Eisini er Koltur serlig við tað at hon í mun til støddina er rættiliga høg, 478 m. Hetta hevur við sær, at oyggin, umframt at hava eitt vakstrarbelti við láglendisgróðuri niðast, eisini hevur eitt vakstrarbelti við háfjallagróðuri uppi á oynni. Hesi viðurskifti gera tað møguligt eisini at fylgja við í tí árini, broytingar í veðurlagnum kunnu hava í hæddini á vakstrarbeltunum.

Av teimum 112 plantusløgunum eru bert trý sera sjáldsom og sett á reyðlista fyri Føroyar. Meginparturin eru vanligar plantur, ið ikki eru hóttar, og umboða sostatt sera væl tann vanliga gróðurin í Føroyum.

Bert 17% av floruni í Koltri eru innsløddar plantur ella plantur, ið hava ivingarsaman uppruna. Hetta er nógv minni enn samanborið við allar Føroyar, har 25% af floruni eru innsløddar. Sostatt kann sigast, at floran er minni ávirkað av sløgum uttanífrá samanborið við restina av Føroyum.


Plantufrøðiligar kanningar

Ymiskar plantufrøðiligar kanningar fara í løtuni fram í Koltri.  Ein kanning, sum nevnist “point-intercept”, verður m.a. nýtt til at fáa eitt yvirlit yvir nøgdina av ymiskum plantusløgum á einum avmarkaðum øki. Hetta kann geva eina ímynd av, hvørji plantusamfeløg trívast á hvørjum stað. 11 merkt økir eru spjadd yvir alla oynna í eini knattstøðu krosskipan har plantusløg verða skrásett saman við skordýrasløgum og fuglasløgum. Eisini tráleita plantufrøðingar fyri at finna nýggj plantusløg at skráseta fyri Koltur. Síðani verkætlanin byrjaði í 2019, eru fleiri nýggj plantusløg skrásett.

Náttúrufriðlendi og Endurbøting

 

Í nærmastu framtíð verður norðari partur av Koltri fyrsta náttúrufriðøki í Føroyum. Økið verður deilt upp í fleiri partar, har ein partur verður opin fyri almenninginum, meðan aðrir bert verða til vísindaliga gransking. Á einum øki verður áseyðatalið minka, meðan á einum øðrum øki verður seyðurin tikin av. Hetta fyri at eygleiða ávirkanir av seyðabiti við tíðini.

Endubøtingarøkið

Á einum øki ( sí mynd) vera upprunaplantusløg  niðursett fyri at hjálpa til við menningini av økinum aftaná at seyður er avtikin. 10-15 føroysk plantusløg, sum longu eru á oynni, ella sum vit vita hava verið har áður, verða plantaði í hesum sambandi. Eisini kunnu tað vera sløg, sum trívast í náttúruumhvørvinum í Koltri. Endurplantingin verður gjørd á ein hátt sum tryggjar, at ongi innslødd sløg koma til oynna.


Samband