Samstarv

 

Birna V. Trygvadóttir Fjallstein
(Biofar, FO)

 

Karl A. Thomsen
(Syðrugøta, FO)

 

Vladimir Gusarov
(Natural History Museum,
University of Oslo, Norway)

 

Arne Fjellberg
(Tjörne, Norway)

Ryggleys djór í Koltri

Samfeløgini av ryggleysum djórum í Koltri umboða væl ryggleys djór í Føroyum sum heild. Lutfalsliga fá plantuetandi sløg eru at finna, og í svørðinum eru tað í stóran mun altetandi og ránsdjór sum ráða, harímillum svarta- og skildisklukkur (Carabidae og Staphylinidae), eiturkoppar (Araneae) og torvatrøll (Opiliones). Av teimum flúgvandi skordýrunum eru tað tvíveingir (Diptera) sum ráða , bæði tá viðvíkur tal av sløgum og djórum. Koltur er serlig av tí at innræsin sløg so sum flatmaðkur (Arthurdendyus triangulatus) og morsnigil (Arion vulgaris) ikki eru komin til oynna, og hava tískil ikki kunnað ávirkað djórasamfeløgini har.


Høvuðsbólkar av ryggleysum djórum

Klukkur (Coleoptera)

Síðani náttúrukanningarnar í Koltri byrjaðu í 2019 eru minst 45 klukkusløg funnin á oynni. Hetta umboðar umleið 25% av øllum kendum klukkusløgum í Føroyum.

Flestu sløgini hoyra til ættirnar svartaklukkur (Carabidae) og skildisklukkur (Staphylinidae). Talríkast í fallfellunum eru svartaklukkusløgini Loricera pilicornis og Patrobus septentrionis, og skildisklukkusløgini Tachinus signatus og Quedius nitipennis. Nógv útbreidd eru eisini svartaklukkasløgini Nebria salina, Notiophilus biguttatus og Trechus obtusus, og skildisklukkusløgini Stenus brunnipes, Othius angustus og Cypha laeviuscula.

Nøkur fá sløg av trantklukkum (Curculionidae) eru funnin higartil, harímillum Otiorhynchus arcticus, Otiorhynchus nodosus, Barynotus squamosus, Tropiphorus obtusus og Apion haematodes.

Vanlig klukkusløg í seyðatøðum eru skildisklukkur í Aleocharinae-undirættini, Cercyon haemorrhoidalis og Megasternum concinnum úr Hydrophilidae-ættini, umframt koltøðklukka og norðurtøðklukka (Scarabaeidae). Síðstnevnda slagið varð nýliga uppdagað í Koltri fyri fyrstu ferð í Føroyum.

Stenus impressus (Staphylinidae)

Barynotus squamosus (Curculionidae)


Tvíveingir (Diptera)

Umleið ein fjórðingur av øllum skordýrum í Føroyum eru tvíveingir, t.e. flugur og mýggj, og eru 45 ymiskar ættir í Føroyum. Í Koltri eru tvíveingir eisini skordýrabólkurin við flestum sløgum. Men nógv av sløgunum eru torfør at greina, og har eru heilt vist fleiri sløg í oynni enn tey, sum higartil eru skrásett.

Eingjarkøstaflugan (Scatophaga stercoraria) finst allastaðni á oynni og er serliga knýtt at seyðatøðum. Hóast hetta helst er tann sjónligasta, so eru tað nógvar aðrar flugur, sum eisini brúka tann nógva seyðalortin sum tilfeingi, til dømis í ættunum Anthomyiidae, Phoridae, og Sphaeroceridae.

Aðrar vanligar flugur á oynni eru m.a. Mycetophilidae, Tipulidae, Limoniidae, skortgul skinfluga (Cynomya mortuorum, Calliphoridae) og Lonchoptera lutea (Lonchopteridae).

Ormverur hjá mýggjum úr Chironomidae-ættini liva í grunnum løkum, og vaksnu mýggini flykkjast eisini í nánd. Í seintstreymandu løkunum í láglendinum liva Tanytarsus sp. og Micropsectra atrofasciata, meðan tað í brøttu gilunum finnast sløg so sum Tvetenia calvescens, Eukiefferiella spp., Diamesa incallida og Macropelopia nebulosa. Chironomidae-slagið Halocladius fucicola finst í støðuhylum á suðurstrondini.

Lonchoptera lutea (Lonchopteridae)

Scathophaga stercoraria (Scathophagidae)


Onnur skordýr

Tvístertur (Forficula auricularia) koma av og á í fallfellur, umframt sekkjarskjaldlús (Arctorthezia cataphracta, Hemiptera), smáar æðraveingjur (Hymenoptera) og hoppstertur (Collembola). Ormverur hjá várflugum (Trichoptera) liva í løkunum, og vaksnu várflugurnar síggjast eisini í nánd.

Arctorthezia cataphracta í mosa


Arion ater

Onnur ryggleys djór


Mannagongdir fyri sýnistøku

  • Fallfellur

  • Tøðsýnir

  • Vatnsýnir við Surberrúsu og rekaneti

  • Stroknet

  • Malaise-fellur

  • Ljósfellur

  • Savnan av ryggleysum djórum í serstøkum búøkjum (m.a. á strondini)

  • Reyðmaðkakanning

  • Moldsýnir til DNA-barcoding

Fallfellur SRC

Stroknet CXG


Samband