Býlingurin Norðuri í Gerði

Navnið á býlinginum Norðuri í Gerði bendir á, at bústaðurin her er yngri enn Heima í Húsi. Her er á fyrsta sinni lagt eitt gerði inn í bøin.

Í elstu jarðarbókini, jarðarbókin frá 1584, sæst kortini, at bygt varð her áðrenn 1584. Tá var bert ein festigarður í Koltri. Seinni varð oyggin aftur býtt sundur í, fyrst tvey festir og seinni aftur í fýra festir. Tvey festir vóru Heima í Húsi og tvey festir Norðuri í Gerði. Tá flest festir vóru, var oyggin fimm festir.

Longu í 1949 staðfesti danski fólkalívfrøðingurin, Holger Rasmussen, sum gjørdi kanningar í Koltri, at norðari býlingurin ikki var eins væl varðveittur og hin syðri. Hann var m.a. merktur av nýggjari byggihátti

Í býlinginum Norðri í Gerði er sostatt ein yngri byggisiður umboðaður, men hann hevur ikki minni týdning enn hin. Byggingin í býlinginum umboðar byggisiðin eftir tað gamla bóndasamfelagið, har onnur enn bøndur bygdu sær hús og sosiala mynstrið í Føroyum broyttist. í tíðini stutt fyri ár 1900 og nøkur áratíggju fram, vóru hús bygd, har búskapurin var grundaður á fiskivinnu.

Í mun til býlingin Heima í Húsi, umboðar hesin býlingurin eina yngri tíð í menningini av tí føroyska samfelagnum, har greitt tilknýti sæst aftur eftir.