dvørgasteinur
Steinurin her sigst at vera íbygdur og hann nevnist Dvørgasteinur.
Søgan sigur, at ein dagin farast skuldi suður í Hest eftir einum eldri manni, skuldu teir royna at koppa steininum, áðrenn teir fóru avstað. Komnir suður, søgdu teir manninum frá, hvat teir høvdu gjørt, men tá lat í tí gamla, at tað komu teir at angra!
Teir løgdu so frá landi aftur og róðu til Koltur. Komnir inn ímóti landi, funnu teir sær ein klett, ið teir mettu, at har kundi sleppast uppá land, men tá teir nærkast klettinum, holvdist báturin. Lukkutíð bjargaðust allir og komu sær uppá land. Komnir uppá turt, vóru teir skjótir at leggja steinin aftur, har hann hevði ligið.
Sagt verður eisini um steinin, at óansæð um alt annað í nánd av steininum fer um koll, so liggur hesin steinur í sama stað.
Heilt stutt niðanfyri steinin, sæst barkholan í helluni. Hon varð brúkt at berja bark í.