Gundagil

Audio Block
Double-click here to upload or link to a .mp3. Learn more

Miðskeiðin millum býlingarnar er gil, ið nevnist Gundagil. Ovarlaga í gilinum, sæð frá vegnum, sæst ein heyggur, nevndur “heyggurin í Gundagili”.
Gamalt er, at hesin heyggur er íbygdur og hetta var, sum skilst, serliga lagt í børnini. Teimum varð fortalt, at tá tað leið út á dagin, kundi roknast við, at møta huldufólki í Gundagili. 

Tað hevur verið brúkt, at heilsað verður niðan í móti heygginum, tá gingið verður framvið. 

TEY FORNISKU VÓRU GLØGGSKYGD

Tað segðist, at um tað var ivasamt veður til útróðrar, kundi bátsformaðurin finna uppá at seta seg við heyggin í Gundagili og har fáa linna og “ráðgeving” um, hvørt farandi var til útróðrar, ella ikki. 

Ein søga er um eina ferðina, koltursmenn hildu veðrið vera ivasamt at fara til útróðrar. Farið varð norður til heyggin at leita sær ráð ella fáa tekin. Komnir norður, lá ein breyðflís við tálg sum viðskera á heygnum. Koltursmenn tóku hetta sum tekin um, at teir fornisku høvdu havt skund at fara til útróðrar tann morgunin. Teir hildu so avstað, og dagurin gjørdist teimum góður.