Skrápurin í Koltri, ið varð fluttur til Onglands
Niclas í Koltri sigur frá hending um ein skráp, sum fuglafrøðingar tóku við sær til aftur til Onglands.
Tað var í 1934, at tveir fuglafrøðingar komu at vitja í Koltri. Teir vitjaðu Niclas í Koltri og spurdu um hann kundi fara og taka ein skráp til teirra úr holuni.
Ætlanin var, at ringmerkja skrápin, taka hann við til Onglands og har sleppa honum á flog aftur fyri at vita um hann fann heimaftur í holu sína í Koltri.
Skrápaparið í holuni, sum Niclas valdi sær, høvdu um hetta mundi júst fingið klakt ungan (líra). Niclas tók so annan skrápin til Mr. R. M. Loclay frá Pembrook. Fuglurin varð merktur við einum ringi um annað beini, áðrenn hann bleiv settur í búur og tikin við sær til Onglands.
Avtalan var so, at Niclas, eftir áleið 4 samdøgur, skuldi ganga niðan í holuna hvørja nátt (skrápur kemur heim í holuna um náttina við føði til ungan) fyri at kannað eftir um skrápurin fann heimaftur, úr Onglandi til holu sína í Koltri.
Niclas greiður frá, at hann fleiri nætur fann bert tann eina skrápin heima hjá pisuni, men ikki fyrr enn nítjan samdøgur vóru gingin, varð tann ringmerkti skrápurin aftur í holu síni í Koltri.
Niclas skrivaði til R. M. Locley um støðuna og sendi honum ringi av skrápinum. Teir hildu samband eina tíð eftir hetta. R. M. Locley var eisini sera áhugaður í súlum og greiddi frá, at á St. Kilda búðu áleið 16.500 súlupør.
Kelda: Skrivað eftir frágreiðing hjá Niclasi, tá Niels Juel Arge og Niclas í 1978 sigldu um Koltur.
Í august 2024 vóru tríggir bretskir granskarir á vitjan í Koltri, og tann eini var fuglafrøðingur. Greitt varð teimum frá um skrápin, ið varð fluttur til Onglands í 1934. Fuglafrøðingurin var sera fegin um frágreiðingina, tí hann visti um skrápin og túrin hjá onglendingunum í 1934. Hann hevur allar notatbøkurnar hjá tí eina fuglafrøðinginum og hevði lisið har um skrápin, men hevði ikki givið sær far um, at tað júst var frá Koltri skrápurin í síni tíð varð tikin. At blaða í hesum notatbókunum er nakað heilt serligt, tí har var so nógv áhugavert at lesa. Hann segði seg fara at lesa aftur um hendingina, tá hann kom aftur til Onglands.