Neystið
Audio guide
Fo
Hoyvíksgarður hevði tveir bátar. Eitt áttamannafar og eitt fýramannafar. Garðurin hevði tí tvey neyst, men tað eina er nú undir vegnum. Her standa vit í einum neysti. Her inni stendur eitt áttamannafar, ið var báturin, sum mann brúkti til útróður, flutning og grind. Reiðskapur til útróður og grind varð goymdur í neystinum. Bóndin, sum festi garðin í 1766, æt Mouritz Rubechsen Lund, og hann var tiltikin sterkur. Grind var einaferð í Funningsfirði, og bátar her á leiðini róðu inn í Skálabotn og gingu til Funningsbotn í grind. Hoyvíkingar og sundsmenn skiftu saman, og teir fingu ein gyllinsfisk at skifta. Tað er ein 20 skins hvalur. Grindin skuldi berast til Skálabotns. Tá allir vóru farnir avstað, lógu hamarstjølurin og eitt bøksl eftir. Hamarstjølurin er tann aftasti parturin á einum hvali, frá gotinum og aftur í sveivin. Húskallurin hjá bóndanum bar bøkslið, og bóndin sjálvur bar hamarstjølin. Fólk á leiðini hildu nógv vera millum Sundsbóndan og Hoyvíksbóndan, sum kom við hesi byrðuni á bakinum. Sundsbóndin bar einki.
En
Hoyvíksgarður had two boat houses. One for an eight-oar boat and one for a four-oar boat. One of the boathouses is now under the road leading down to the landing. The eight-oar boat that is in here was used for fishing at sea, transport and the pilot whale hunt. Fishing equipment was also stored here.
Dk
Hoyvíksgarður havde to bådehuse. Et til en ottemandsbåd og et til en firemandsbåd. Det ene bådehus ligger nu under vejen, der går ned til landingspladsen. Ottemandsbåden blev brugt til fiskeri ude på havet, transport og til hvalfangst. Fiskeriudstyr blev også opbevaret i bådehuset.
De
Der Hof in Hoyvík hatte zwei Boote, eines für acht und eines für vier Ruderer. Deshalb hatte der Bauernhof auch zwei Bootshäuser. Eines davon befindet sich heute unter der Straβe zum Landungssteg. Sie stehen jetzt in einem Bootshaus. Hier steht ein Boot für acht Ruderer, das zur Fischerei, zum Transport und zum Grindwalfang verwendet wurde. Geräte für den Fisch- und Walfang wurden ebenfalls hier aufbewahrt.