Fjørutúraskeið fyri námsfrøðingar (lærarar og pedagogar)

 
Mynd: Jan Sørensen

Mynd: Jan Sørensen

Skeiðið er ætlað námsfrøðingum og lærarum, sum kundu hugsað sær at fingið meira at vita fjøruna og lívið í fjøruni.

Skeiðið verður bæði praktiskt og teoretiskt. Gingið verður niðri í fjøruni, har skeiðsluttakararnir sjálvir finna ymiskt av áhuga, sum síðan verður greitt frá av skeiðsleiðaranum. Ætlanin er at gera eina myndafrásøgn av tí, ið verður funnið, sum luttakararnir kunnu hava heim við sær. Skeiðið verður bygt á, at luttakararnir sjálvir avmynda tey ymisku fyribrygdini, sum síðan verða samlað og sett saman í eina myndabók (myndir og frágreiðingar). Dagarnir enda við stuttum práti um tey ymisku dýrini og teir djórabólkar, tey hoyra til.

Evni: Dýr og spor av dýrum, taravøkstur, plantuvøkstur, ymiskt sum skolar upp og um flóð og fjøru.

Luttakaratal: 10

Kostnaður: kr. 1500,-

At hava við: Fartelefon við myndatóli, gummistivlar og hóskandi klæði til at ganga í fjøruni, matpakka til allan dagin.

Nær: 23. og 24. august 2021

Mynd: Jan Sørensen

Mynd: Jan Sørensen

Dagur 1.

8.00 Vælkomin - kaffi/te og prát um hvussu vit skipa dagin

9.00 Fara oman í fjøruna í Kaldbak

12.00 Matarsteðgur – øll hava sín egna matpakka við

12.30 Fara oman í fjøruna

15.00 Taka samanum, tosa um myndir og gera myndabók

16.00 Heim

Mynd: Jan Sørensen

Mynd: Jan Sørensen

Dagur 2.

8.00 Kaffi/te og prát um hvussu vit skipa dagin

9.00 Fara oman í fjøruna (Sundalagið)

12.00 Matarsteðgur – øll hava sín egna matpakka við

12.30 Teoretiskt um tað sum er funnið

15.00 Taka samanum, tosa um myndir og gera myndabók

16.00 Heim

Mynd Jan Sørensen

Mynd Jan Sørensen

Skeiðshaldari: Jan Sørensen, savnsvørður

Skeiðsstaður: Sjódjóradeildin, Tjóðsavnið, Mjólkarvegur 7 Kaldbak

Tilmelding: Skriva teldupost til savn@savn.fo við upplýsingum um navn á luttakara og møguligt arbeiðspláss í seinasta lagi 1. juli 2021. Ynskist meira kunning, vinarliga vendið tykkum til Jan Sørensen á tlf.: 790572

SjóhønaMynd: Jan Sørensen

Sjóhøna

Mynd: Jan Sørensen


Samband