At lyfta høv

Símunarhav á Eiðisskarð verður lyft. Mynd, Ásfinn Sigvardsen

Skráin Livandi mentan

At lyfta høv

Í áratúsund hava fólk kring heimin lyft tungar steinar fyri at royna styrki. At lyfta høv er eisini gamal siður í Føroyum, helst heilt aftur til víkingatíð.

Høv, eisini nevnd roysnissteinar, eru tungir ella illtungir steinar, sum skulu lyftast so mikið, at dagur sæst undir steininum. Summi høv eru fløt og onnur eru rund ella kantut.

Í 1985 fór Bjørgfinnur Nielsen, í samráði við Føroya fornminnssavn, undir at gera eina skráseting av høvunum í Føroyum. Tað eru gott 100 høv í Føroyum, sum liggja kring alt landið. Øll høvini hava eina søgu ella søgn knýtta at sær um ávísar persónar, sum livdu fyri nógvum árum síðan. Sumt er tó burtur úr minninum. Onkur høv eru sleggjað sundur, summi eru endað í vegnum og onnur í húsa- og neystagrundum. Nøkur kunnu ikki staðfestast neyvt, men á leið.

Útinning av siðaarvinum

At lyfta høv er ein siðvenja, sum ikki er útbreidd í okkara tíð, men sum tó enn anir. Mann lyftir høv fyri at vísa styrki fyri øðrum ella fyri at prógva nakað fyri sær sjálvum. Nú á døgum hendir tað seg, at menn og kvinnur, sum íðka styrkivenjing, fara út í hagan og lyfta høv. Útlendingar hava eisini verið í Føroyum og lyft høv. Í 2022 var amerikumaðurin Sean Urquhart í Føroyum og lyfti yvir 30 høv. Hann ferðast kring heimin og granskar í og lyftir høv. Tá mann lyftir høv, skal tað helst vera soleiðis, at eitt vitni er til staðar. Tað er ikki altíð fyri at reypa, men eisini fyri at prógva nakað fyri sær sjálvum. Tað kann eisini vera eitt slag av yvirgonguritu, “fyri og eftir, mann lyfti tað havið”. Sagnirnar um persónarnar, ið eru knýttir at høvunum, gera tað áhugavert fyri fólk at lyfta tey.

Tað er týdningarmikið at hava ein góðan teknikk og vita, hvat mann ger, tá ið mann lyftir høv, so at mann ikki fær slysni, ella er sær sjálvum at meini.

Tað er best um havið liggur á løgum (á tveimum steinum), so er lættari at lyfta tað.

Havið hjá Pæturi í Sámalsstovu við Gjógv. Mynd, Ásfinn Sigvardsen

Søga og bakgrund

Elsta frágreiðingin, vit kenna um høv, er frá 1669 úr “Færøers Beskifvelser” eftir Thomas Tarnovius. Hann skrivar í kapitlinum “Om de Øffuelser huor udi Indbygerne Øffve deres Sind oc Legeme” fylgjandi: “Med stene at opløffte prøfve de oc styrcke, oc den som de tungeste stene kand opløffte, hand legger samme stene sig til en amindelse, på en sted huor folck kunde see, og saaledis rose hannen.”

Høvini kunnu skipast í tríggjar bólkar:

Kappahøv

10 % av høvunum í Føroyum eru kappahøv. Hetta eru høv, sum eru ovurstór og ógjørlig at lyfta. Talan er um stórar steinar, sum liggja soleiðis í náttúruni, at teir eru eyðsýndir og tykjast at hava serligan týdning. Hesi høv eru blivin til minnisvarðar yvir mýtiskar persónar, sum hava havt tilknýti til staðið. T.d. Hav Páll fanga úti í haganum í Kalsoynni, sum Páll fangi sigst hava lyft.

Í Íslandi er eitt tílíkt hav, sum Grettir sterki skal hava lyft. Hetta havið verður nevnt Grettistak, og verður ofta nevnt í sambandi við eina uppgávu, sum er ógjørlig at loysa, at hon er eitt Grettistak.

Konufólkahøv

10 % eru konufólkahøv, eisini nevnd neytakonuhøv. Eitt tað kendasta neytakonuhavið er Marjunarhav í Mikladali. Søgnin sigur, at Marjun var vorðin við barn uttan fyri hjúnalag, og tað var ikki væl sæð tá á døgum (300-400 ár síðani). Ein dagin, tá Marjun fór til neyta saman við hinum neytakonunum, steðgar hon brádliga við ein stóran stein, ið har lá. Hon lyfti hann við vón um at kasta fostrið frá sær. Hvussu síðani gekst Marjuni, sigur søgan onki frá.

Neytakonur løgdu eina dygd í styrki, tí at vera neytakona var strævið arbeiði. T.d. var eitt neytakonuhav í Hesti. Fyri at vera neytakonufør, var tað ein treyt, at hon skuldi lyfta havið.

Mannfólkahøv

80% mannfólkahøv, og tað kendasta havið er ivaleyst tað, sum liggur oman á Brynjumannaborði. Teir menn, ið ikki megnaðu at lyfta hetta havið, sluppu ikki við í bardagan í Mannafelsdali. Tað var tó bert skælingsbóndin, sum megnaði at lyfta havið, so tey noyddust at lova øllum monnunum við í bardagan. Hetta havið var brúkt til avmarking, at bert tey sterkastu skuldu sleppa við í bardagan.

Konfirmantahøv blivu lyft, tá tey gingu til prest millum bygdir. Eitt annað slag eru fríggjarahøv, sum skuldu lyftast fyri at fáa hondina hjá einari gentu.

Miðlan og frásøgn

Høvini kunnu síggjast sum sambindingarliður millum farandi ættir og framtíðar ættir. Fyrr, tá menn vóru í góðum lag, fóru teir at lyfta tað, “teir gomlu” høvdu lyft. Søgur um høv og hvør hevur lyft tey eru sostatt ein siðaarvur av mannamunni.

Bjørgfinnur Nielsen hevur skrásett og savnað upplýsingar inn um gott 100 høv í Føroyum. Hetta arbeiði er enn í gongd, og skrásetingin verður tøk í næstum.

Hav hjá Jákupi í Hvalvík

Støðan í framtíðini

At lyfta høv fer neyvan at vera ein útbreiddur siðaarvur, men tað fer nokk at ana, tí tað eru fólk sum ganga uppí at halda gamlan sið. Harumframt eru summi, ið venja styrki, sum fara út í hagan at lyfta høv. Útlendingar hava eisini verið í Føroyar og lyft høv.             

Øll kunnu taka lut.


Tilvísingar

Fjarbúgvin, 1974, no. 2

Hammershaimb, V.U. (1969). Færøsk Anthologi. 1. Tekst. S.L. Møllers Bogtrykkeri. København

Hansen, J. Símun.(1975). Tey byggja land. 3. partur. Viðareiðis sókn. Egið Forlag. Klaksvík

Mondul
1985, nr. 2 og 3, 11. árg.
1986, nr. 2 og 3, 12. árg.
1988, nr. 3, 14. árg.

Tarnovius, Thomas (1950). Ferøers beskrifvelser. Ejners Munkgaard. København

Les um Marjunarhav:
https://www.stadarnovn.fo/stadarnavn/marjunarhav/

Lyfta høv í Vági. 2013:
https://www.in.fo/news-detail/lyfta-hoev-i-vagi

Við Tórði á túri:
https://kvf.fo/ljod/sending/tordur-a-turi?sid=86442&page=1

Amerikanari lyftir høv í Føroyum:
http://www.sigvardsen.net/index.php/89-soguligt/279-havmadhurin

https://www.eysturkommuna.fo/hov-i-eysturkommunu/

Sterkir menn og havið á Eiði:
https://www.eidi.fo/kommunan/sogur-ur-eidis-kommunu/sterkir-menn-og-havid-a-eidi/

Mentan og søgur um høv kring heimin:

https://liftingstones.org/
https://liftingstones.org/training/stonelifting-training-workout

Wikipedia
https://en.wikipedia.org/wiki/Lifting_stone


Um evnið

Bólking í skránni

Munnligir siðir og málburðir
Sosialar siðvenjur, ritual og hátíðarhald
Vitan og siðvenjur viðvíkjandi náttúruni og alheiminum

Staðseting
Um alt landið

Tey, ið hava lati uppskoti inn uppskoti:
Bjørgfinnur Nielsen
bjørgfin_nielsen@hotmail.com

Dagfesting
18. desembur, 2025

Skrásett
TSSak:25/06566-12 – Skráin Livandi mentan – At lyfta høv


Next
Next

Felagssangur