Hjálparfólk til verkætlan á Tjóðsavninum
Søkt verður eftir einum hjálparfólki til tíðaravmarkað starv í eitt ár á goymslum savnsins frá 1. mars ella skjótast gjørligt. Setanin kann leingjast við 1-2 árum, um báðir partar ynskja tað.
Lívfrøðingur til plantudeildina á Tjóðsavninum
Tjóðsavnið søkir eftir lívfrøðingi (barsilsavloysara) til plantudeildina at seta í starv 1. mars ella skjótast tilber. Setanin er 6 mánaðir við møguleika fyri leingjan. Endamálið hjá plantudeildini er at savna og varðveita plantur og aðrar náttúrugripir, umframt at granska í okkara náttúru og miðla hesa vitan, m.a. gjøgnum miðlarnar og í framsýningum Tjóðsavnsins.