Skørurnar.jpg

Tær uppruna føroysku skørurnar

 Meðan urtagarðsplantan garðaskøra Alchemilla mollis spreiðir seg um tað heila innangarðs í Føroyum, er áhugavert, at geva teimum uppruna føroysku skørunum gætur. Tær hava eina spennandi náttúrusøgu at siga. Tann eina av teimum – føroyaskøran Alchemilla faeroensis - er ílend (endemisk) í Føroyum og Eysturíslandi. Í 1966 skrivar kendi plantufrøðingurin Stuart Max Walters (1920-2005), sum var fyristøðumaður í plantufrøðiliga urtagarðinum í Cambridge frá 1973-1983, at útbreiðslan av eyðsýnda plantuslagnum føroyaskøra er sera áhugaverd. Plantan er nærskild skørum, sum einans vaksa í Alpunum og Pyrineafjøllunum og tað heldur hann vera eitt útbreiðslumynstur, sum átti at verðið kannað nærri. Plantur úr skøruslektini kunnu nørast ókynjað og seta fræ uttan at gitnaður hevur verið frammanundan. Tað merkir, at nýggj sløg kunnu hava sín uppruna í krossingum ímillum eldri sløg og síðan spjaða seg ókynjað við øllum kromosomunum hjá báðum móðirsløgunum. Sambært Walters 1966 er føroyaskøran plantuslagið í rósuættini við flest taldum kromosomum yvirhøvur. Hon hevur 220-224 kromosom sambært honum. Í Føroyum eru, umframt føroyaskøru, mikilskøra Alchemilla alpina, sjeyskøra Alchemilla filicaulis og hvasstent skøra Alchemilla wichurae. Um onkrar av hesum eru móðirsløg hjá føroyaskøru ber ikki til at siga uttan nærri kanningar. Tað sum eyðkennir føroyaskøruna er, at innvikini ganga á leið 2/3 inn í bløðini og at tey bert eru tent framman. Á myndunum síggjast føroyskøra, mikilskøra og sjeyskøra. Tær standa allar í blóma í urtagarðinum á Debesartrøð júst nú.