Vegleiðing til kommunur
Tá kommunur, landið, SEV og størri ella smærri fyritøkur fara undir byggiætlanir, er umráðandi at fáa Tjóðsavnið við í arbeiði frá byrjan. Er Tjóðsavnið við frá byrjan, so er lættari hjá savninum at skráseta og kanna møgulig fornminni og mentanarminni á ein hátt, sum ikki tarnar byggiætlanunum, men sum tvørturímóti kann verða øllum at frama.
Vegleiðing um fornminni í sjónum
Tann, ið finnur fornlut í havinum frá fjøru og út til 24 fjórðingar frá grundlinjunum, skal beinanvegin boða Tjóðsavninum frá. Verður fornlutur tikin upp, skal hesin beinanvegin latast til Tjóðsavnið.
Vegleiðing um nýtslu av metaldetektor
Tað er av stórum týdningi at rætt verður farið fram tá ein nýtur metaldetektor. Sambært fornminnalógini eru øll jarðfest fornminni friðað, bæði sjónlig og fjald.