Altjóða dagur fyri lívfrøðiligt margfeldi

Náttúran og menniskja liva saman. Drunnhvíta eigur í grótveggunum í húsunum úti í Koltri

Í dag 22. mai er altjóða lívmargfeldisdagur. Lívmargfeldið sigur nakað um, hvussu nógv ymisk sløg av livandi verum finnast í náttúruni - tað kundi verið djór, plantur, soppar, o.s.fr.

Tað er sambandið millum alt livandi, sum hevur bygt og styrkt náttúruna yvir milliardir av árum, og øll sløgini ávirka hvønn annan í størri ella minni mun. Tú kanst tí hugsa tær náttúruna sum eina stóra familju. Um nógv ymisk sløg eru í familjuni, so er hon sterkari og klárar seg betri.

Dagurin í 2026 hevur tema ‘Acting locally for global impact’ - altso staðbundin tiltøk fyri at fremja heimsfevnandi betran av lívmargfeldi. Um øll lond gera staðbundin tiltøk, so minkar tað um niðurgongdina hjá altjóða lívmargfeldinum – tí er eisini týdningarmikið at vit ansa eftir náttúruni í Føroyum. Um vit ikki gera tað, ger eingin.

Mynd av Eiðiskolli, ið hevur serligt plantulívmargfeldi

Vit hava serligt lívmargfeldi í Føroyum. Um man hyggur at lendinum í Føroyum, kann man av órøttum halda, at alt eru graslíðir so vítt eyga røkkur. Hetta er tó ikki allur sannleikin, tí vit hava eisini vøkur lyngheiðaøki, vátlendir og sjáldsaman fjallavøkstur á tindum okkara. Hvørt av hesum økjum rúmar serstakt lívmargfeldið, ið er tilpassað júst hetta økið. Ovast á fjallatindum síggjast ofta summarfuglar, ið flúgva so høgt upp sum til ber fyri at møta fleiri av sínum slag. Í vátlendum og vøtnum trívist nógv sløg av fugli, eitt nú lómur, og lyngheiðurin er avbera vakur við sínum fjøllbroytnu litum, men rúmar eisini serstakum skordýrum og fuglum. Hesi økini hava laga seg til umstøðurnar her í gjøgnum túsindtals av árum, men tað er ikki givið, at tey verða varðveitt í sínum natúrliga líki. Hvønn dag ávirka vit menniskju náttúruna – og ofta er hetta á neiligan hátt. Vit byggja á náttúruna, vit planta ikki-uppruna vøkstur so sum trø á m.a. lyngheiðarnir, drenað vátlendini, og fjallaplanturnar eru undir trýsti vegna veðurlagsbroyting og ovbit av seyði. Tí mugu vit ansa væl eftir okkara lívmargfeldið, tí tá tað fyrst er burtur, so fæst tað ikki aftur í sínum nattúrliga líki.

“Visti tú, at vátlendi goyma meira CO2 enn træplanting megnar í Føroyum? Hetta er tí, at neyðugt er at drena lendið fyri at viðarvøkstur skal trívast, og tí missa vit meira CO2 við at drena og planta, enn um vit høvdu varðveitt økið í sínum natúrliga líki. Eisini stuðlar planting av trøum og ikki-uppruna sløgum undir at óynskt sløg fáa fótafesti, eitt nú skovflåtir, vespur og flatmaðkur.”

Kelda: Aktuel Naturvidenskab

Tjóðsavnið hevur nógvar verkætlanir á skrá til at skilja, varðveita og styrkja lívmargfeldið her á landi. 

Lendisbati er ein verkætlan, ið varð byrjað í 2021. Endamálið við verkætlanini er at granska og betra um lendið - eitt nú at endurbøta skriður, kanna hvørja ávirkan bit hevur á plantuvøksturin, og at endurbøta vátlendi.

Í 2025 byrjaði ein verkætlan, har vit hava yvirvøku av lívmargfeldi á landi og í vøtnum, tjarnum og áum. Endamálið her er at seta upp varandi støður við lítlum inntrivi, har vit kunnu fylgja við í gongdini á akkurát somu støðum. Á hesum økjum hyggja vit serliga eftir plantum og skordýrum, men eisini fuglum. Hetta virksemi er grundað á Circumpolar Biodiversity Monitoring Program (CBMP), ið stuðla yvirvøku av náttúruni runt arktis.

Náttúran í Føroyum er serstakiliga vøkur, mynd av vatni yvir Saksun

Eitt vátlendi í havnini

Veitarbládeplan er sjáldsom planta

Millum 2019 og 2024 var ein neyv grundkanning gjørd av allari oynni Koltur. Endamálið var at geva eina løtumynd av tí lívmargfeldi, sum er her nú, tí hetta er nakað sum manglar í Føroyum, og vit kunnu tí beinleiðis granska, hvussu oyggin verður ávirkað av eitt nú veðurlagsbroytingum. Eisini er Koltur vorðin grundarsteinur handan aðrar verkætlanir hjá okkum, eitt nú Lendisbata og yvirvøku av landi.

Átøk tú kanst gera fyri at betra um lívmargfeldið í Føroyum:

  • Heinta rusk úr náttúruni og skilja títt burturkastið rætt

  • Steðga við at keypa og planta ikki-upprunasløg, planta heldur føroysk plantusløg

  • Lat grasplenuna vaksa villa - slá hana eina ella tvær ferðir um árið fyri bestu úrslitini

  • Lær teg og børnini um náttúruna, vit hava her á landi, so vit betri kunnu ansa eftir henni

  • Handfar lendið skynsamt – ikki drenað ella taða óneyðugt

  • Boða kommunum frá innræsnum sløgum í kommunalu økjunum (Dømi: Garðaskøra og fuchsia)

  • Boða kommunum og/ella Umhvørvisstovuni frá, um taðað verður ov tætt uppá áir og vøtn, ella í regni


Samband

Next
Next

Plantusøla og rundvísing á Mentanarnáttini