Plantusøla og rundvísing á Mentanarnáttini

Fríggjadagin 5. juni á mentanarnáttini verður ókeypis rundvísing og søla av ymiskum føroyskum plantum í Villblómulundini, plantufrøðiligi urtagarðurin í gomlu Hoyvíkini.

Annleyg Patursson, urtagarðskona, verður at hitta í Villblómulundini, plantufrøðiligi urtagarðurin í gomlu Hoyvíkini, frá kl. 14-20. Ókeypis rundvísing er kl. 17 og kl 18.

Leygardagin 6. juni er plantusølan frá kl 10-12.

Mánadag 8. juni ber til at ringja til Annleyg á tlf. 506052 fyri at keypa plantur.

Týsdagin 9. juni og mikudagin 10. juni er plantusølan frá kl 16-18.

Annars eftir avtalu á tlf. 506252


Previous
Previous

Altjóða dagur fyri lívfrøðiligt margfeldi

Next
Next

Stór undirtøka fyri skeiði um varðveiting og siðbundna yvirflatuviðgerð