Stór undirtøka fyri skeiði um varðveiting og siðbundna yvirflatuviðgerð

Ikki færri enn 44 luttakarar vóru við, tá Tjóðsavnið 21. og 22. apríl skipaði fyri skeiðnum Varðveiting í verki og orði 2. Stóra undirtøkan vísir, at stórur áhugi er fyri varðveiting av eldri bygningum og siðbundnum arbeiðsháttum.

Á skeiðnum varð arbeitt við pigmentum, linoljumáling, tjøru og kálki. Skráin fevndi um bæði framløgur og verkligt arbeiði, har luttakararnir sjálvir royndu ymiskt tilfar og arbeiðshættir.

Søren Vadstrup hevði framløgur um føroyskan byggisið, litlæru og siðbundnar yvirflatuviðgerðir umframt munin millum plastmáling og linoljumáling. Thor Grabow greiddi frá arbeiðinum hjá Linolie & Pigment við pigmentum og linoljumáling.

Harumframt vóru framløgur við Jan Andersson frá Steinprenti um føroyskar royndir við litevnum, meðan Súsonna Joensen og Jórunn Reginsdóttir á Tjóðsavninum greiddu frá royndum við linoljumáling og siðbundnum yvirflatuviðgerðum í Føroyum.

Verkligu partarnir í fimleikahøllini í Hoydølum vaktu stóran áhuga, og nógv gott prát og kjak var millum luttakararnar báðar dagarnar.

Tjóðsavnið skipaði fyri skeiðnum við stuðli frá Betri Stuðli.


Next
Next

Føroyskt bátasmíð skal varðveitast