Føroyskt bátasmíð skal varðveitast
“Hvør smíðar framtíðina hjá føroyska bátinum” var høvuðsspurningurin, sum varð viðgjørdur á einum tiltaki í BORG á Glyvrum í síðstu viku.
Bátasmiðirnir fækkast og yngra ættarliðið verður ikki sett við. Munagóð stig mugu takast fyri at bátasiðvenjan skal hava lív lagað og kann førast víðari til yngru ættarliðini.
Nýggi landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, setti tiltakið. Í setanarrøðuni segði hann, at tiltakið var eitt gott høvi at hoyra frá teimum, sum enn smíða, brúka og varðveita bátin, og síðani saman við viðkomandi pørtum umrøða, hvat gerast kann, fyri at bátasiðvenjan skal hava lív lagað.
Við framløgum, pallborði og kjaki við savnsfólkum, bátasmiðum, kappróðrarfólkum, vinnulívsfólkum, politikarum og eldsálum var orðaskifti um, hvat skal gerast fyri at varðveita føroyskt bátasmíð og føroyska bátin í brúki.
Niðurstøðan av tiltakinum var greið – føroyski báturin er siðaarvur í heimsklassa, og hann er ein týðandi partur av okkara samleika. Føroyskt bátasmíð skal varðveitast, og ein bátadepil skal gerast, so bátasmiðir kunnu smíða og læra handverkið frá sær til yngra ættarliðið. Harafturat skulu góðar umstøður skapast til føroyskar bátar og bátaeigarar, soleiðis at tað verður lætt at flota ein bát og at fáa hann upp á land og undir tak.
Nú er nóg mikið tosað! Land, kommunur og øll, ið eru áhugað í føroyska bátinum, mugu standa saman um at varðveita henda dýrabara mentanararv til komandi ættarlið. Semja var um at fara til verka sum skjótast.
Tiltakið varð hildið í sambandi við Mentanarvikuna í Runavík, og tað vóru Tjóðsavnið, Føroyska UNESCO-nevndin og Runavíkar kommuna, sum saman skipaðu fyri tiltakinum.